19. til 25. mai seta vit bilin og ganga! Eins og undanfarin ár, skipar Fólkaheilsuráðið fyri einari viku í mai, har fólk fara at seta bilin og ganga – meira og títtari.
19. til 25. mai seta vit bilin og ganga!
Eins og undanfarin ár, skipar Fólkaheilsuráðið fyri einari viku í mai, har fólk fara at seta bilin og ganga – meira og títtari.
Útivikan hevur havt sera stóra undirtøku. Arbeiðspláss, stovnar, kommunur, miðlar, ja, sera nógv hava tikið undir við henni.
Ymiskt er hvat verður gjørt burturúr útivikuni frá staði til stað.
Hvannasunds kommuna hevur aftur í ár, eins og undanfarin ár, sett eina sera spennandi skrá saman, har skipað verður fyri ymiskum aktivitetum fyri fólki í øllum aldri. At kommunan gongur á odda, styrkir um felagsskapin og samanhaldið í bygdunum og er við til at økja um trivnaðin. Fólkið í bygdunum um Hvannasund, hava tikið sera væl ímótið skránni, ið kann síggjast á heimasíðuni hjá kommununi.




