Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

So gjørdist Levi Joensen 75 ár

John William Joensen

Valla mundu hjúnini Armgaard (úr Trøllagili) og Dávur Joensen (úr Gerðum) hugsa, tá tey fyri nú 75 árum síðani sótu við hesum lítla fitta dreingi í føvninginum, tíggjundi í røðini, at hann fór at verða kendur í øllum landinum og víða út um landamark fyri síni avrik, bæði andaliga og tímiliga.

Gud gav hesum manni eina ótrúliga megi bæði kropsliga og sálarliga.

Longu sum smádrongur kom hann til trúgv á Harran Jesus, og tað hevur alt síðani verið eitt eyðkenni hjá Levi – heilt frá ungum av – at hann hevur borið boðini fyri høgum og lágum, har hann hevur verið. Beinanvegin sum smádrongur helt hann møti fyri dreingjunum í kjallaranum á Vágsheygnum. Mangur hevur tikið til hesi møtini, sum í øllum einfaldni vórðu hildin og høvdu síni árin á dreingirnar, sum hesir vuksu til.

At Levi dámar at vera millum fólk – nógv fólk – er ikki so løgið. Í heiminum hjá Armgarð og Dáva kom hópin av fólki gjøgnum árini, umframt frammanundan eitt stórt húsarhald.

Sagt verður um Armgarð, at tá gangurin gjørdist í so nógvur, var nóg mikið, at hon bara við myndugleika lætti høvdinum og hugdi yvir “forsamlingina”, so varð tøgn.

Levi giftist við Grethu Nolsøe Olsen, sum er ættað úr Fuglafirði, 20. november 1954. Tey fingu børnini Jóhan Páll, Maluna, Jónu, Rógva og Mirjam og hava ídag 16 barnabørn og 12 langommu- og langabbabørn.

Longu árið eftir at tey giftust, tá Levi bara var 22 ára gamal, gjørdist hann skipari á “Skálanes,” tá Óli, beiggi hansara varð sjúkur í Grønlandi.

Síðani førdi Levi fleiri skip, og fiskaði væl. Millum annað var hann fyrsti skipari á snotuligu “Stellunum”, bæði “Stella Mariu” og “Stella Karinu”. Sjálvur átti hann skipið “Klettur” og var eisini meðeigari á Dávavirkinum.

Men Levi vildi meiri enn hetta. Eftir at hava verið sera virkin frá ungun av bæði í samkomuni í Betesda, halda møti ymsastaðni í Føroyum, og at halda møti umborð á skipunum, hann var skipari á, fór hann saman við Grethu undir stóra og týdningarmikla andaliga verkið á Malta í Hirtshals, har hópin av sjómonnum og øðrum eru komin á gátt, og har vitjan hevur verið av nógvum føroyingum og útlendingum gjøgnum árini.

Runnin eru nú 26 ár, síðani hann av fyrstun tíð fór til Hirsthals at kanna møguleikarnar fyri at gera andaligt arbeiði millum føroyskar sjómenn.

Stutt eftir, vóru eini hús keypt til endamálið, og seinasta ár var stór útbygging framd, so at í dag síggja við prýðilig, góð, hugnalig og vælegnað høli.

Levi er lættur at umgangast, hevur ótrúliga lætt við at koma í samband við fólk, sum er ein góð gáva í hansara arbeiði.

Hann hevur altíð verið ómetaliga glaður fyri sang, og tað eru heilt nógvar yrkingar komnar úr hondum og – ikki minst – úr hjarta hansara.

Evangeliski boðskapurin liggur altíð fremstur hjá honum. Ein av sangum hansara verður dagliga sungin av børnum bæði úti og inni: “Á Nazaretsgøtum ein smádrongur gekk…”, har seinasta ørindi sigur: “Hann lív sítt í kærleika livdi so stilt, Hann grøddi tey sjúku, hans andlit var milt, Hann doyði á krossi, men upp aftur stóð; Nú verður tann frelstur, sum trýr á hans blóð”.

Hetta hevur altíð verið trongdin hjá Levi; at kunngera evangeliið um Harran!

Uttan iva verða tað fleiri, sum á hesum hádegi hansara, nú hann sunnudagin 12. oktober fyllir 75 ár, koma at nevna Esaias 52,7: “Hvussu yndisligir eru ikki á fjøllunum føtur hansara, ið kemur við gleðiboðum, sum boðar frið, sum ber góðan boðskap, sum kunnger frelsu, sum sigur við Zion: “Gud tín er vorðin kongur”.

Góði Levi, vit ynskja tær hjartaliga tillukku við føðingardegnum og ein heilsan er eisini til Grethu. Harrin signi tykkum og øll tykkara. Tað hevur verið ein signing at kent tykkum.

Bestu heilsanir
Betty og Jógvan við Keldu
við fjølskyldu.