Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

So hevur Patrik skift felag

Jákup Ósá

U21 landsliðsleikarin hevur skift felag.

Norðlýsið hevur fyrr í vetur sett Patrik Johannesen í samband við AB og í dag er hetta skiftið kunngjørt.

AB heimasíðan skrivar: Áhugin at spæla við AB komandi ár er stórur, og í dag kom ein Suðuroyingur við í hópin hjá AB. 20 ára gamli Patrik Johannesen av Tvøroyri hevur í dag skrivað sáttmála við FC Argir, og er hann harvið klárur at leggja til brots í AB búnanum í 2016.

Patrik hevur spælt við TB og FC Suðuroy, men hevur nú avgjørt at royna seg norðanfyri. Patrik er offensivur spælari og kann vera á øllum álopskendu plássunum. Hann fær harvið óivað ein týðandi leiklut á liðnum hjá AB.

Harleyfacadeacryl