Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

So hevur Team Klaksvík vunnið á øllum

Jákup Ósá

Fyri fyrstu ferð í søgu felagsins vann Team Klaksvík á KÍF í bestu deildini. Hetta hendi í Kollafirði í kvøld, har tað til tíðir var uppvísningshondbóltur frá Team Klaksvík, sum vann stórsigur.

Beinanvegin sást, at klaksvíkingar vóru uppsettir og ætlaðu at byggja víðari frá tí góða seinna hálvleikinum móti Kyndli síðsta leygarkvøld. Tá 10 minuttir vóru leiktir var 6-1 til Team Klaksvík og meistararnir úr KÍF fingu ongantíð fatur í útiliðnum aftur, frætta vit úr Kollafirði. Bogdan Florea, Sámal á T. Olsen og Beinur Heðinsson vóru tryggir fyrstu løtuna og í Team Klaksvík málinum vísti Dragan Kondic stórspæl allan dystin. Hálvleiksstøðan var 15-8 til Team Klaksvík, sum sostatt annan hálvleik á rað hevði hildið mótstøðuliðnum til at skora undir 10 mál, sum ikki er vanligt hjá Team Klaksvík.
Í seinna hálvleiki helt munurin sær og útiliðið koyrdi sigurin trygt heim. Seinastu løtuna skifti Team Klaksvík nógv út og leikararnir brendu samstundis fleiri upplagdar møguleikar. Men greiði sigurin var ongantíð í vanda. Endaliga úrslitið gjørdist 30-23. 
Bogdan Florea skoraði 12 mál og var toppskjútti. Saman við Dragan Kondic í málinum vóru teir báðir kanska bestu leikararnir á vøllinum hendan dystin, frætta vit frá keldum sum sóu dystin. Fram til í kvøld var KÍF einasta liðið í bestu deildini, sum Team Klaksvík ongantíð hevði vunnið ímóti í søgu felagsins, so talan var eisini um søguligan dag.
Næsti dystur hjá Team Klaksvík er um 10 dagar í Klaksvík móti STÍF. Dómaraseðilin er viðheftur saman við iPhone myndum niðanfyri.