Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

So kom skrivliga ákæran

Oliver Joensen

Hóast blaðstjórin ikki tosaði í telefon ímeðan hann koyrdi bil, blásti politiið á allargrundgevingar, helt uppá sítt uttan at lurta eftir nøkrum sum helst – tí sitið eg á ákærubeinkinum, forsyndaður um viðferðina.

Hóast blaðstjórin ikki tosaði í telefon ímeðan hann koyrdi bil, blásti politiið á allar grundgevingar, helt uppá sítt uttan at lurta eftir nøkrum sum helst – tí sitið eg á ákærubeinkinum, forsyndaður um viðferðina.

Virðing fyri politinum, ongin ivi um tað, havi alla mína tíð, haldi eg, havt gott samskifti við politiið og havi stóra virðing fyri tí arbeiði tey gera.

Men politiið skal eisini duga sær hógv. Tað er ein stór ábyrgd tey hava við at ákæra fólk. Slíkt arbeiði má ikki gerast í óðum verkum, og eigur at vera væl grundað, tá tað verður gjørt.

Eg ætli mær í hvussu so er ikki at góðtaka, at vera ákærdur av politinum fyri nakað, eg ikki havi gjørt, og eg haldi at politiið má broyta mannagongd við prgf. 13 eftirlitum.

Ákæran

”Sigtes for overtrædelse af : Ferðslulógarinnar § 58a…. Tí hann hósdagin hin 21. Mars 2013, uml. Kl 10.22 sum førari av bilinum koyrdi norður eftir Nólsoyar Pállsgøtu í Klaksvík, hóast hann brúkti handhildna fartelefon, meðan hann koyrdi.”

Hatta eru beinleiðis ósannindi, og eftir míni metan ein ákæra í einans botnar í treiskni frá politistinum, ið steðgaði mær.

Søgan

Søgan er í stuttum at eg hevði verið í arbeiðisørindum á keiini við myndatólinum og skuldi norður á KSS. Komin fram ímóti Fjósabrekku, bleiv eg steðgaður av politinum. Eg hevði, sum vera man myndatólið í bilinum, so áðrenn eg skrúvaði rútin niður, gjørdi eg myndatólið klárt, tí eg hugsaði, at her kundi eg kanska fara at fáa eina søgu til heimasíðuna hjá Norðlýsinum, um hvussu nógvir bilførarar vóru steðgaðir og hvørji brot tey høvdu sæð, tí tað var ikki í mínum tonkum yvirhøvur, at eg fór at blíva ákærdur fyri nakað sum helst í hesum sambandinum.

Eg vant rútin á bilinum niður og tók eina mynd, áðrenn nakað orðið var talað. Politisturin spyr fyrst, haldi eg, um eg hevði koyrikortið, jú, tað hevði eg. So segði politisturin at eg hevði tosað í telefon, ímeðan eg koyrdi. Eg tók tað lætt og segði, at tað hevði eg ikki, men tá eg hugsaði meg um, so hevði eg havt eitt sindur av trupulleika við skriða í høgra oyra, og at eg hevði havt hondina upp fyri oyrað.

Fundaðust

Tað vildi politisturin ikki góðtaka. Politisturin rýmdi so frá mær, at tosað við ein annan politist, ið hevði staði undir norðara veggi hjá FonnFlog og eygleitt ferðsluna.

Sigast skal, at veðrið var vánaligt hendan dagin, eitt sløð av kava og regn av suðuri.

Politisturin kemur so aftur og sigur: ”Jú, tú hevur tosað í telefonini”. Eg sigið nei. Telefonin hjá mær stendur í bluetooth sambandi við bilin, so tað nyttar ikki mær at taka telefonina, tí hon virkar deyð. Men tað vildi politisturin ikki góðtaka, politisturin segði, hygg, hon liggur har í øskubikarinum, og tú hevur tosað í telefon ímeðan tú koyrdi, tú fært eina bót. Nei, segði eg, tað góðtaki eg ikki. So verður tú noyddur at møta í rættinum.

Ongin løtt uppgáva

Hetta oyðilegði mær dagin. Eg helt hetta vera ótrúliga arroganta og tvitna framferð av politinum, og við nærriumhugsan haldi eg, at politiið má endurskoða mannagongdina við prgr. 13 eftirlitum, í hvussu so er haldi eg ikki at Føroya Rættur kann taka slíkt eftirlit fyri fult.

Ólukkudýrið politisturin, ið stendur eftir mínum tykki nærmast og krokar undir húsahorninum hjá Fonnflog, einar 100 metrar frá hinum politistinum við Fjósabrekku, hevur onga lætta uppgávu. Tá eg komi koyrandi framvið norðureftir, stendur regnið inn á síðurútin hjá mær, og eg sitið í vinstru síðu, ímeðan hann stendur einar fimm seks metrar frá bilinum í mínari høgru síðu. Eg havi hondina upp fyri oyrað, tí eg klori mær í oyranum. Hann hevur sera sera vánaligar umstøður at síggja inn í bilin hjá mær haldi eg, og serliga um nøkur telefon er í hondini.

Eg hevði onga telefon í hondini, men rætt skal vera rætt, eg hevði hondina upp til oyrað. Men politisturin velur at trúgva, at eg havi tosa í telefon. Hin, sum stendur um 100 metrar longur frammi og sum eftir mínum tykki gav mær eina sera óhøviska móttøku, hevur so vítt eg skiljið, als onki sæð, tí tá eg sigið at eg havi ikki tosa í telefonini, eftir at vera steðgaður, fer politisturin í samráð við fyrra politistin og kemur so aftur og sigur ”Jú, tú hevur tosa í fartelefon”.

Spentur um prógvini hjá ákæranum.

Nú fáa vit at síggja, hvat politiið fer at bryggja saman, tá vit hittast í rættinum, tí eg eri ikki sørt spentur, men eg ætli mær í hvussu so er av hava eitt uppáhald um, at politiið má koma við prógvi um at tey hava sæð eina telefon í hondini hjá mær. Um báðir politistarnir siga seg hava sæð telefonina í hondini hjá mær, so mugu teir koma við eini sjóforkláring um, hví teir høvdu fund, tá eg segði at eg ikki hevði tosa í telefon. Hevur bert annar ein pástand um, at eg tosaði í telefon, so fer akærin helst at hava ein trupuleika at sannføra dómaran um, hvør hevur rætt, eg, ella ein einsamallur politistur.

Eg segði, at hetta oyðilegði mær dagin 21. Mars 2013. Orsøkin var als ikki útlitið fyri eini bót uppá 500 krónur.

Trætaður til lygn

Nei tú kennir teg ómetaliga lítlan og tileinkis gjørdan, tá tú verður trætaður til lygn av politinum. Tú kemur koyrandi í góðum lag, hevur øll tíni viðurskifti í lagi til at koyra bil, og so verður tú bara gjørdur til einkis, til eitt null í veruleikan og líkamikið hvørjar góðar grundgevingar tú hevur, so lurtar politið ikki, tú er einki, lortur og lygnari fyri teimum, líkamikið hvat tú sigur, tú ert dømdur.

Hatta skal steðgast

Hatta skal ikki aftur við borðinum. Tað skal roynast í Føroya Rætti. Politiið kann ikki fara so lætt um sítt arbeiði. Teir skulu møta í rættunum við álítandi prógvum um at eg ikki bara tosaði í telefon, men ikki minst skulu teir sleppa at prógva at eg hevði eina telefon í hondini – og sum sandoyingurin segði

– TAÐ VERÐUR RINGT.