Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

So kom summarveðrið á Summarfestivalin

Tekst og myndir: Oliver Joensen

Nú hann lækkaði til vestan og útsynning gjørdist bæði turt og fjálgt á Summarfestivalinum. Vit hava verið ein stuttan túr í býnum. Lagið er gott og tað yðjar av gestum allastaðni í Klaksvík í dag, heiður himin og lotið fall burtur í einki. 

Í Vágstúni upptraðkaðu Bobo og aftana Kular Røtur. Sera nógv børn vóru møtt til Bobo tiltakið. Kularrøtur høvdu meira vitjan av fólki á aldri seinast í 20’unum og fyrst í 30’unum. Og ikki minst smáu børnini hjá hesum árgangunum.

Úr Íslandi var Jógvan Hansen komin, so vit fingu tónleik og sang frá  eitt nú Steintór, Jógvan, Rakul og Mikkjal. Hesi vóru tey flestu frá upprunaframførslunum, men eru í dag um 20 ár eldri enn tá hesar ljóð og sangmyndir tóku form.

Víðari gingu vit í Silvalandið hjá Norðoya Sparikassa í KÍ høllini og Badmintonhøllini. Eisini her var frálíkur stemningur-

Jú, sólin skýnur í Klaksvík í løtuni og helst fara vit eisini til Havnar at sóla okkum hósdagin í komandi viku á Tórsvølli.

Harleywoodpaint