SF: So er gongd sett á triðja dagin á Summar Festivalinum 2013. Dagurin í gjár, eins og undanfarni, eydnaðist sera væl. Fólk hugna sær, bólkar møta upp og veðrið er gott. Meira kann mann ikki krevja á einum festivali í Føroyum. Kim Larsen verður hæddarpunktið.

Longu nú hava Xperiment og Kular Røtur spælt. Eisini hevur hin tiltikni karnevalurin verið.
Fyrsti dagurin á Summar Festivalurin hevur verið ein hin besta byrjanin upp á ein Summar Festival, øll tey tíggju árini, hann hevur verið. Mika setti veruliga gongd á festivalin.
Í gjár vóru Legends Of Rock ein herlig uppliving. Tey “eldru” høvdu eina ótrúliga uppliving, sást á áskoðarafjøldini.
Í kvøld verður Kim Larsen tað stóra.
Hugni valdar og veðrið er gott. Myndin er frá í gjárkvøldi.