Kópakonan hevur broytt nógv í umhvørvinum í Mikladali. Klaksvíkar Kommuna hevur gjørt stór átøk til at dagføra almennu uppgávurnar í samfelagnum har.
Sera stór framgongd hevur verið í ferðamannavitjanum í Kalsoynni síðani vakra myndin av Kópakonuni varð sett upp í framúr vakra umhvørvinum við Stórakneysa á helluni í Mikladali.
Kópakonan hevur broytt nógv í umhvørvinum í Mikladali. Klaksvíkar Kommuna hevur gjørt stór átøk til at dagføra almennu uppgávurnar í samfelagnum har. Ikki minst hava búfólkini og ættarfólk aðrastaðni, ið eiga ognir í Mikladali gjørt sítt til, at bygdin í dag er væl á veg at fara síggja ein inntøkuvøkstur orsakað av ferðavinnuni.
Smiðjan
Tó Sum orðatakið sigur, so var “Rómaborg ikki bygd eftir einum degi”. Ein roynd hevur verið gjørd at hava opna kaffisølu í bygdini. Sum skilst, so verður nú arbeitt meira miðvíst við eini cafeteria á staðnum, eins og gamla smiðjan í Norðnástovu hjá Markusi og Aslaug er um at verða liðugt restaurerað.
Markus í Norðnástovu sigur, at abbi hansara gjørdi hjólið til mylluna eftir einum snurritoppi, sum hann fekk frá Rasmusi Effgersøe. Mátini á snurritoppinum blivu uppmáld og síðani økt til navnið og hjólið, sum enn í dag koyrir í ánni uttanfyri smiðjuna. Tá smiðjan gjørdi nógv ymisk jørn, var tað ein stórur lætti hjá smiðjumonnunum at fáa hvørvisteinarnar í dupultu brynjuni drivnar av vatni. Orsøkin var, at nógv tíð fór til at brýna líggjar, sóknaronglar og annað, sum smiðjan í Norðnástovu leveraði ikki bert til kalsoyingar, men eisini aðrastaðni við. Norðlýsið hevur áður skrivað um smiðjuna í Norðnástovu, so vit gera ikki meira burturúr tí á hesum sinni, men niðanfyri eru nakrar myndir hagani og eisini av brúkstingum, ið smíðað eru í smiðjuni.
Nú er so meiningin, at lív skal koma í smiðjuna, soleiðis at smíðast skal aftur har, í hvussu so er summarhálvuna.
Marjunnarhav
Umframt fríðkanir víða um í kommununi á Kalsoynni, hevur Klaksvíkar kommuna fíggjað eitt relieff av søgnini um Marjunnarhav , sum Óli Skarðenni hevur evnað til á vestara útveggin á smiðjuna hjá kommununi. Hesin søguligi bygningurin hevur verið motorhús til rennistreingin, ið á sinni gekk hagani og oman á lendingina við Kópakonuna. Seinni var hetta gjørt til frystihús og verður sum sagt í dag brúkt sum smiðja hjá kommununi.
Ongin ketta, rotta, mús ella babtistur
Tað sigur Markus í Norðnástovu, ið sjálvur hoyrir til brøðrasamkomuna: “Hetta plagi eg at siga til stuttleika, tá onkur spyr um rottuna í Kalsoynni ella um kettu”. Tað hevur ongantíð verið sett nakað forboð fram um ikki at hava kettu í Mikladali. Hetta hevur bara verið nakað, sum man ikki gjørdi. Tó hevur onkur havt kettu her onkuntíð, men hon hevur verið væl hildin inni og í bandi.
Orsøkin til at vit ikki hava verið so glað fyri kettu er, at her er sera nógv av smáfugli millum húsini, og tað hava øll í Mikladali verið sera glað fyri og hava fjálgað um. Tað hevur eisini komið fyri at menn hava sæð rottu her og eisini mús, men hesi eru ongantíð komin fyri seg og tí hava vit hvørki mús ella rottu her í dag, sigur Markus at enda.
Hugaligt við fuglinum
Norðlýsið fekk eisini sjón fyri søgn hendan dagin fyri tveimum vikum síðani tá vit vitjaðu. Niðanfyri nakrar myndir frá túrinum.





















































