Hóast tað er fitt av vindi í Klaksvík, so tysja fólk á val.
Kl. 12.00 høvdu 642 fólk verið og valt. Tað svarar til 17,6 %. Í 2012 var talið 477 og tað svaraði til 13,5 %. Tí er talan um eina hækking á 4,1 % í valluttøku.
Um býráðsvalið í Klaksvíkar Kommunu 2016:
Valrætt í Klaksvík: 3648 (Hetta er talið, sum verður brúk og samanborið við undanfarnu val)
Valrætt í Svínoy: 26
Valrætt í Mikladali/Trøllanes: 32
Valrætt á Húsum/Syðradali: 31
Valrætt í Árnafirði: 42
Tilsamans: 3779
(Tað merkir, at 131 atkvøður koma afturat valstaðnum í Klaksvík)




