Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

So nógv reyð kort fær KÍ í mun til hini

Jákup Ósá

Tað eru skelkandi hagtøl yvir, hvat lið fær mest reyð kort í Effodeildini í 2014.

Tað eru skelkandi hagtøl yvir, hvat lið fær mest reyð kort í Effodeildini í 2014.

KÍ er tað liðið í Effodeildini, ið hevur fingið klárt flest reyð kort eftir 13 umfør. Heili 6 ferðir hava KÍ leikarar sæð reyða kortið higartil í ár.

Hesir hava fingið reytt kort hjá KÍ:

3. umfar móti HB: Jonas Flindt Rasmussen (tvey gul)

4. umfar móti EB/Streymi: Gunnar Christiansen (2 gul, har annað kom eftir dystin)

9. umfar móti B68: Tórur Justesen (beinleiðis reytt)

11. umfar móti Víkingi: Hjalgrím Elttør (tvey gul)

13. umfar móti AB: Heðin á Lakjuni (beinleiðis reytt) og Henry Heinesen (beinleiðis reytt eftir dystin)

Mest skelkandi er tað, at KÍ hevur fingið líka nógv reyð kort, sum øll hini 9 liðini hava tilsamans eftir 13 umfør. Í landskappingini hava liðini fingið so nógv reyð kort:

6 reyð kort: KÍ

1 reyð kort: HB, Víkingur, NSÍ, ÍF, B68, AB

0 reyð kort: B36, EB/Streymur, Skála