Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

So ógvusligur er lekin við Panama-skjølum

Helgi Abrahamsen

Vit hoyra í hesum døgum nógv um loynilig skjøl úr Panama, sum eru likin út til fjølmiðlar um allan heim. Men hvussu nógv fylla hesi skjølini? Svarið er einfalt: Tey fylla nógv meira enn tú kanst ímynda tær.

Í 2014 fekk journalisturin Bastian Obermayer eini loynilig boð inná telduna:

”Hey. Hetta er John Doe. Áhugaður í upplýsingum?” spurdi loyniligi avsendarin. Hann lat tó journalistin vita, at skjølini kundu bara latast við eini treyt:

”Mítt lív er í vanda. Vit kunnu bara samskifta loyniliga. Eingin persónlig samvera, nakrantíð,” skrivaði ónevndi persónurin. Og hann lat Bastian Obermayer vita, at hann vildi ”hava hesi almennu brotsverkini út til almenningin.”

”Hvussu nógvar upplýsingar er talan um?” spurdi journalisturin.

”Meira enn tú nakrantíð hevur sæð,” var svarið.

Og tað var ikki ov nógv sagt. tí teir næstu mánaðirnar fingu journalistar 2,7 terabyte við upplýsingum. Tað er meira enn 1.000 ferðir so nógv sum nógv umrøddu skjølini frá Edward Snowden.

Góðar grundir til at vera bangin

Ónevndi persónurin ið lat skjølini hevði góðar grundir til at vera bangin, tí talan var um ein bardaga móti nøkrum av valdmiklastu persónum í heiminum.

Har var russiski forsetin Vladimir Putin, Sýriski forsetin Bashar al-Assad, konaligir persónar úr miðeystri, nógvir av heimsins ríkastu persónum, umboð fyri italiensku mafiuna og onnur, ið ikki eru von við at skula taka ábyrgd av egnum gerðum.

4,8 milliónir teldupostar, tvær milliónir PDF-fílur, ein millión myndir, og mangt, mangt annað.

Tala var um so nógv skjøl, at skuldi ein ella nakrir fáir journalistar blaðað tey ígjøgnum, so høvdu teir brúkt alt lívið til henda lesna. Tí hava millum 300 og 400 journalistar sitið og blaðað í skjølunum, og tað hevur, so ótrúðligt tað ljóðar, eydnast at halda skjølini loynilig líka til næstseinasta sunnudag.