Venjarin hjá EB/Streymi vann sunnudagin sín fyrsta landskappingardyst sum venjari í bestu deildini.
Venjarin hjá EB/Streymi hevur havt keðilig hagtøl hangandi yvir sær, men ”ísurin” er nú brotin og Eliesar Olsen hevur nú vunnið ein landskappingardyst í bestu deildini.
Í 23. royndini eydnaðist tað hjá Eliesar Olsen at vinna ein dyst. Hesar dystir hevur hann verið venjari hjá Skála og EB/Streymi í 2014 og 2015, sum bæði feløgini hava verið mett til at fingið tað trupult bæði árini. Mangan hevur verið tætt við, men á Argjum 10. mai í 2015 eydnaðist tað loksins. EB/Streymur vann 2-1 og sostatt sleppur venjarin frá at hugsa longur um, at hann ongan dyst hevur vunnið í Effodeildini.
Við sigrinum fekk EB/Streymur samband við hini liðini í botnstríðnum og nú eru ”einans” 3 stig upp til FC Suðuroy, sum liggur yvir niðurflytingarstrikuni.




