Seinastu tíðina er nógv vatn komið undan Háfjalli, men nú sær betur út hjá tunnilsmonnunum.
Tá vit fregnaðust mikukvøldið um arbeiðisgongdina í norðoyatunnlinum, varð sagt okkum, at nú var lagið betur á monnum, tí tær seinastu tvær sonderboringarnar, sum teir nevna djúpu borðingarnar frammanundan spreingiborðingunum, høvdu boðað frá turrum fjalli.
Vit rokna tó við at vit fara at hitta vatninum aftur longuri inni, men sum er gongur væl. Sonderborðingarnar eru um 30 metrar djúpar, ímeðan spreingiborðingarnar í samband við hvørja spreinging røkka um 5 til 6 metrar inn, so hesar báðar seinastu sonderspreingingirnar hava givið 12 salvur uttan at vit eru komnir í vatn.
Borðoyarmegin eru teir nú komnir 1471 metrar inn samstundis sum teir nú eru umleið 60 metrar niðanfyri vatnskorpuna.
Sagt verður eisini, at tað gongur ikki so skjótt Lorvíksmegin nú við borðingunum, hetta kemst av at teir har arbeiða við vegbananum í løtuni. Tá tað arbeiðið er liðugt, verður aftur full megi sett á Lorvíksmegin.




