Tey, ið hava hug at hyggja at hvussu ferðslan gongur, kunnu klikkja seg inn á myndatólið hjá Føroya Tele til høgru. Tað var borgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen, ið klipti snórin.
Stórur dentur verður lagdur á trygdina hjá fótgangarunum í nýggju vegaætlanini hjá býráðnum, og tað er nýggja rundkoyringin týðuligt prógv um.
Afturat sjálvari rundkoyringini, ið er ferðtálmandi í sær sjálvum, eru eisini hávatenn og ferðsluforðing á veg inn í rundkoyringina og harafturat eru breiðir og góðir gonguteigar tvørtur um allastaðni.
Sum nú er virkar alt hetta kanska í og so tálmandi, men tað er onki at ivast í, at tá tilkoyringarnar har um leiðir eisini verða gjørdar eftir nýggju vegaætlanini, so verður miðbýurin í Klaksvík tryggari.
Tað var Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, sum segði nøkur orð og klipti snórin, tá rundkoyringin leygarmorgunin kl. 10 alment varð tikin í nýtslu. Síðani koyrdu teir báðir garparnir Jógvan Gerðalíð 87 ár og Joen Jacob Biskopstø, 85 ár inn í rundkoyringina. Jógvan Gerðalíð í einum kommunubili og Jakki á skootara.




