Um 15.30 tíðina ídag, søgdu Fríðrikur Krúnprinsur og Mary Donaldson ja til hvønn annan og gjørdist hon prinsessa í sama viðfangi.
Brúdleypið stóð í Vor Frue Kirke í Keypmannahavn og úr Keypmannahavn frætta vit at stemningurin er ótrúliga festligur. Politiið har metir, at útivið 100.000 fólk eru í gøtunum at fagna brúðarparinum og mett varð, at umleið 20.000 møttu á Amalienborg Slotsplads fyri løtu síðani at heilsa brúðarparinum tá tey fyri fyrstu ferð vístu seg á svalanum sum maður og kona.




