Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

So vóru aftur grindaboð

Oliver Joensen

Karl Johansen, sýslumaður, hevur nú aftur fingið nýggj grindaboð. Sýslumaðurin sigur, at bátar hava nú funnið grindina einar sjey fórðingar suður vestur úr Boroyarnesi.

Hann sigur víðari, at ætlanin er at reka grindina á Gøtuvík, tí tørvurin á grind er størri har enn í Norðoyggjum, metir sýslumaðurin.

Sum vit hava nevnt fyrr í morgin, so var boðað frá grind har í sama øki, men tey boðini blivu seinni avlýst. Men nú er aftur funnin grind har av nýggjum.