Hendan áhaldani isolering av hesum báðum økjum tá verkfall er ber snøgt sagt ikki til longur.
Seinast Smyril kom til landið varð eisini verkfall og nú Guð hjálpi mær skulu vit aftur revsast her suðuri við einum nýggjum verkfalli,- nú hesin nýggi Smyril kemur.
At hesi bæði øki verða jarðløgd hvørja fer verkfall er skal og má steðgast NÚ!
Kanska hevði rættast verið at semingssamráðingarnar vóru í Suðuri, tí so kundu samráðingarpartarnir lýst verkfallið soleiðis sum gjørt var í gjár kl. 14, – og í samhugað verið verandi her suðuri saman við okkum gíslum.
Tað er ikki meira enn rímiligt at vit ikki verða verri stillað enn restin av landinum og kunnu flyta okkum aftur og fram millum meginøkið og Suðuroynna og Sandoynna.
Um ikki avvarðandi stovnur og fakfeløg saman kunnu finna eina skilagóðan loysn, so ikki Suðuroyingar og Sandoyingar verða raktir meinast hvørja fer verkfall er, so eigur lóggevandi myndugleikin at finnað eina sømuliga loysn á hesum fyri allar suðuroyingar, sandoyingar og vinnurnar í báðum oyggjunum so álvarsligu støðu, sum siglingin og flutningurin til og úr økjunum er, og tryggja at økini ikki verða isoleraði hvørja fer verkfall er.
Fólkini í hesum økjunum krevja at verða hoyrd og vird av landsins fakfeløgum og mynduleikum og ikki hildin sum gíslar hvørja fer ósemja er!!
Vit krevja sama rætt og somu møguleikar sum restin av landinum hvat viðvíkur fluttningi av fólki og farmi til og frá meginøkinum.
Neyðugt verður at lóggeva soleiðis at ferjurnar ikki kunnu rakast av verkfalli, tí hetta er lívsæðr okkara til meginlandið.
Johan Dahl
Løgtingsmaður




