Jóhanna á Tjaldrafløtti og Elisabeth Akursmørk eru komnar á føroyska bókamarknaði við forvitnisligari køkubók undir heitinum: Søtt & leskiligt.
Fyrru bøkurnar hjá teimum báðum vóru sera væl mótiknar og munnu helst vera í flestu heimum í Føroyum.
Nú tær báðar hava givið út eina bók við heitinum "Søtt og leskiligt" stendur hendan sjálvandi eitt sindur í kontrast til hinarbáðar bøkurnar, har dentur var lagtur á sunnan mat.
Men, sigur Johanna á Tjaldrafløtti, vit skulu sjálvandi eisini hugna okkum. Tað er sera umráðandi at vit í tí dagliga hugsa um hvat vit eta og eru varðin tá ið um kaloriur ræður. Men onkuntíð skulu vit geva leyst, alt við máta. Bókin vit nú hava sent á marknaðin gevur hugskot til ein annan part av matmentan okkara, nevliga til tær løtur vit hava brúk fyri einum søtum bita.
Tá reikast skal fyri føðingardøgum, høgtíðum, veitslum og annað, tá halda vit, at uppskriftir okkara í hesi bókini kunnu vera til gagns og vegleiðing.
Sum í undanfarnu bókum hava vit báðar lagt okkum eftir at gera uppskriftir, sum eru lættar at fara undir, og úr tilfari, sum er algongt hjá teimum flestu, sigur Johanna á Tjaldrafløtti í samrøðu við Norðlýsið.
Eg haldi eisini, at sniðgevi okkara, Jastrid Gullaksen, hevur gjørt eitt megnar arbeiði. Burturúr er komið ein bók, ið er leskilig at fara um.
Myndirnar eru sigandi og harafturat er teksturin settur upp í punktum, soleiðis at lætt er at fylgja við í uppskriftunum ímeðan arbeitt verður.
Vit báðar rithøvundarnir hava arbeitt við hesi bókini í útivið tvey ár og nú úrslitið er almannakunngjørt eru vit sera væl nøgdar við tað, sum komið er burturúr, sigur Johanna á Tjaldrafløtti at enda.




