Seint – móti midnátt kom bilurin til Kjøllefjord við høvuðspersónunum eftir 17 tímars ferðan úr Føroyum.
Og gleðin var stór at síggja gamlar kenningar aftur frá ferðini í Íslandi 2006: Toril Svendsen, menningarleiðari tók ímóti. Boðið varð uppá ein framúr góðan bita við alskyns fiska mati, um ein kendur og skemtiligur skoti, ið er kokkur á hotellinum í Kjøllefjord hevði gjørt.
Og so beint í koyggjuna eftir longu ferðina. Tó vildi onkur sleppa at síggja umstøðurnar har egningin skuldi ganga fyri seg – á náttartíð – so kanska hava summarfuglar gjørt um seg.
Leygarmorgun hava vit vitjað hjá býráðnum og fingið eina frágreiðing um kommununa og annars heilsa uppá. Móttøkan er framúr og tey síggja nógv í hesin vitjan. Tey snakka longu um at kanska verður neyðugt at gera seg út við einum heilum flogfari næsta summar, tá ið HM í egning verður í Klaksvík.
Nú verður riggað til tað stóra tiltakið: egnikapping!




