Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Søga og fornminni

John William Joensen

Er tað ikki løgið, at somu fólk, sum vilja geva Klaksvíkar søgu út, arbeiða fyri at oyða tey ítøkiligu fornminni vit hava í býnum, skrivar Nicolina Dahl m.a.

Viðhvørt má ein undrast, tá ein sær bløðini. Sum t.d. seinasta fríggjadag, tá Norðlýsið datt í postkassan.







Inni í blaðnum høvdu eg sjálv og onnur gjørt vart við, hvussu skeivt og syrgiligt tað er, at meirilutin av okkara býráði vil byggja á Gerðabø, men á fyrstu síðu standa stórtíðindi: Hans Andrias Sølvará skal standa á odda fyri at skriva Klaksvíkar søgu! Misskiljið meg ikki – eg haldi tað vera frálíkt, at kommunan ætlar at geva Klaksvíkar søgu út og í Hans Andriasi havi tey ivaleyst funnið rætta fólkið til at byggja víðari á arbeiðið hjá teimum báðum Robert Joensen og J. Símun Hansen, sum ókeypis í teirra frítíð og av teirra eintingum skrivaðu søguligt tilfar um Klaksvík. Eitt og hvørt ættarlið hevur brúk fyri at taka støðu til søguna av nýggjum, og eg vænti mær nógv av søguverkinum hjá Hans Andriasi og teimum. Góða eydnu við tí! 







Men er tað ikki løgið, at somu fólk, sum vilja geva Klaksvíkar søgu út, arbeiða fyri at oyða tey ítøkiligu fornminni vit hava í býnum? Har haldi eg, tað er, sum skaldið tekur til: har "lekur millum teori og praksis" ella sagt øðrvísi: har veit høgra hond, ikki hvat vinstra ger! Høvdu vit fingið býráðslimirnar at viðurkent, at teir byggja á herðarnar á teimum, sum undan fóru, so var nógv vunnið, tí eg ivist ikki í, at teir tá sóu meiningina við at varðveita Gerðabø.







Nicolina Dahl