Bikarið, ið vit sóknaðust eftir meira kunning um hevur eina sjáldsama søgu: Tað er Karla Dánjalsson, ið eigur bikarið. Karla er 90 ára gomul. Hon sigur at tað var Hilma Hendriksen (ommusystir mín, OJ.), sum fyri mongum árum síðani gav Karlu bikarið. Víðari sigur Karla, at vit sum kendu Hilmu, vistu at hon gav nógv burtur, við hvørt kanska ov nógv. Tí fór eg til mann hennara Jóhan Hendriksen og vildi geva honum bikarið aftur. Men hann segði bara: Tað er betur at tú hevur tað, tí um vit fáa tað aftur, so gevur hon tað bara til onkran annan. – Men hví Johan hevur fingið hetta bikarið, tað søguna hevur Andras Sólstein á Norðoya Fornminnasavni funnið fram til.
Søgan er hendan:
Kongavitjan í 1907
Fredrik VIII, sum gjørdist kongur í 1906, fór á sumri í 1907 til Íslands at vitja umvegis Føroyar. Saman við honum vóru 40 ríkisdagsmenn. Ferðin var við ØK skipunum Birma og Atlanta. Tey vóru fylgd av krússarunum Geysir og Heimdal. Í Føroyum steig fylgi fyrst í land í Vági og vitjaði har, m.a. hvalastøðina í Lopra. Seinni var farið á Tvøroyri, har nógv varð gjørt burturúr, stórt heiðursportur og kongur vitjaði kirkjuna og skúlan. Síðani varð farið til Havnar har skipað var fyri stórari móttøku. Nógv var gjørt burturúr, bøtt var um atløgubryggjuna kallað Kongabrúgvin. Kongaminnið, sum varð reist til kongavitjanina í 1874, varð somuleiðis fríðkað. Ein serligur gildisskáli var reistur í kommunuskúlagarðinum og ein danskur skreytfrøðingur kom til Føroyar at fríðka um, bæði í Havn og á Tvøroyri. Tórshavnar kommuna skipaði eisini fyri at øll sum komu at vitja fingu ein drekkamunn og fyri ein lítlan penga eisini okkurt til matna. Í samband við kongsvitjanina í 1907 bílegði kommunustýrið eisini 3000 minnissteyp frá einum fajancuvirki í Danmark. Serliga innboðin skuldu fáa eitt steyp á veitsludegnum, og kongur skuldi fáa eitt eintak, sum var serliga vakurt.
Í Klaksvík vitjaðu kongur og ríkisdagsgestirnir eisini. Tingakrossur skrivar at tað var ikki kommunustýrinum fyri at takka at vitjanin var so hátíðarlig, tað einasta kommunan hevði syrgt fyri var, at bera nakrar champagnufløskur niðan í skúlan og bjóðað. Heldur var tað tveir privatmenn sum gjørdu dagin hátíðarligan. Úti í Klaksvík hevði faktor Djurhuus reist heiðursportur, sum bæði listarliga og í skreyti, uttan nakra serkøna hjálp uttanífrá, men gjørt av lokalum monnum, var nógv vakrari og betur úr hondum greitt enn tað portur sum var reist á kongabrúnni í Havn. Faktorurin hevði eisini og gjørt eina kongabrúgv.
Keypmaðurin S.F.Hansen í Vági, sum kendi fleiri av ríkisdagslimunum persónliga, átók sær at vísa gestunum Klaksvík, og gekk um í bygdini við teimum. Gestirnir vitjaðu sjúkahúsi og kirkjuna umframt skúlan. Bygdafólki høvdu flaggskrýtt bygdina við Dannebrog. Eitt einsamalt Tjaldursflagg var eisini á stong, og kongur vildi heilsa uppá mannin sum átti hetta flagg. Tað stóðst blaðkjak um hesa umrøðu í Tingakrossi. Clement Olsen, kommunustýrisformaður skriva í Dimmalætting, at tað sum stendur í Tingakrossi er bara óndsinnaður slatur, og sigur at tá tað gjørdist greitt at kongur eisini skuldi vitja, bleiv beinanvegin frá kommununi í samráð við Amtmannin og Faktor Djurhuus skipað fyri vitjanini, eisini um leingjan av brúnni og heiðursportrið. Umvæling av vegnum, at prýða skúlan og annars alt annað stóð forstandaraskapi fyri, eisini tí fíggjarliga partinum. Maðurin sum hevði hongt Tjaldursflaggi upp var S.F.Hansen, keypmaður, og leggur Clement Olsen eisini eftir honum fyri at provokera og einki annað gera.
Andras Sólstein




