Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Søgulig gonguferð

Dávur Winher

Í morgun eftir tíðindini kl. 08.00 var Kringvarpið við á Søguligari gonguferð, sum var partur av torraskránni, har Jógvani Ravnsfjall var frásøgumaður. Túrurin byrjaði norðanfyri Kósini og lá so leiðin umvegis Bedingina og Stengurnar heim á Varpið.

Kári Olsen frá Góðan Morgun Føroyar greiddi vertinum í Havnini frá, at veðrið var av tí fagrasta í Klaksvík – turt og stilt veður. Men hesum vildi verturin í Havnini ikki trúgva og spurdi Kára hvussu nógvan pening, hann hevði fingið fyri at siga so…

Men tað, sum verturin og kanska Kári ikki vistu, var, at vesturætt er tiltikin góð í Klaksvík.

Eini 30 fólk vóru eisini við í ferðini og Jógvan Ravnsfjall greiddi ræðið frá øllum virkseminum, sum verið hevur og enn er eftir leiðini og var nógv at siga frá.

Størsta partin av teimum virkjum, sum vit enn kenna í dag, hevur Kjølbro byrjað fyri skjótt 100 árum síðan. Sjálvandi hava aðrir eisini sett virkir á stovn, so her hevur verið rættiliga nógv lív í í eitt mannaminni og meir enn tað.

Hugaligt var at fáa sett orð á mongu støðini og hvat, ið fyri er farist, sum tíðin er liðin.