TÍÐINDASKRIV: Leygarkvøldið 15. oktober kl. 20 verður søgulig rokk konsert í Løkshøll í Runavík. Tá fara nøkur av fremstu tónleikanøvnum okkara á pall fyri at leiða áhoyrarunum á eina ógloymandi ferð gjøgnum Føroysku Rokksøguna.
Konsertin verður skipað sum ein søgulig gjøgnumgongd av Føroysku Rokksøguna, har steðgað verður á og dvølt við tónleikarák og nøvn her á landi, sum hava verið við til at ímyndað tey ymsu tíðarskeiðini í tónleikasøguni. Hesi fara at spæla og syngja saman við einum væl spælandi húsaorkestri við royndum tónleikarum undir leiðslu av Henning Nicodemussen.
Talan verður um eina sera forkunnuga skrá, har høvið verður at hoyra nøvn, sum sera sjálvdan eru at hoyra alment longur. Høvið verður eisini at hoyra eina sera forkunnuga endurstovnan av rokkbólkinum Wolfgang, sum fer á pall við manning, sum seinast spældu saman fyri 20 árum síðani. Limir í Wolfgang vóru stovnarar av Týr, fremsta føroyska rokkbólkinum í dag.
Øll tíðarskeið vera meiri ella minni umboðaði á konsertini. Farið verður 60 ár aftur í tíðina, tá Tey av Kamarium vóru at hoyra fyri fyrstu ferð. Leygarkvøldið fara Nicolina og Eyðbjørn á pallin í Løkshøll. Vábingurin og Red Boys limurin Jákup Mortensen verður eisini at hoyra á pallinum saman við Lailu Carlsen. Robert McBirnie og Jákup vóru millum stovnararnar av Red Boys, sum kollveltu tónleikapallin suðuri í Vági síðst í fimtiárunum.
Hallgrím Miðberg kollvelti tónleikapallin í Vestmanna við at lofta skiffle og rokk rákinum síðst í fimtiárunum. Seinni flutti hann út á Skálafjørðin, har hann setti sín dám á tónleikalívið í sekstiárunum. Leygarkvøldið fer hann á pall saman við Ólavur Højgaard úr Vestmonnum.
Sjeytiárini vera eisini sterkt umboðaði við Karl Martin Samuelsen, sum var oddamaður í Hjarnar, bólkurin sum sat ovast á føroyska rokktindinum síðst í sjeyti og í byrjanini av áttatiárunum. Torkil Johannesen sangari úr Musketerunum, Sir Funeral Band og Plúmm m.a. verður eisini at hoyra í Løkshøll.
Áttatiárini bøttu munandi um karmarnar at gera tónleik í Føroyum. Tvey framkomin studio vóru gjørd, og ein teirra, ið var sera virkin at geva bond og plátur út í áttatiárunum, var Georg eystan Á, sum eisini fer á pall leygarkvøldið.
Grunge rákið rakti Føroyar beinleiðis úr fylgisveinasjónvarpi í ringastu búskaparkreppuni her á landi fyrst í nítiárunum. Ungdómar í Føroyum loftaðu beinanvegin rákinum. Mold vóru grunge kongarnir í Føroyum. Leygarkvøldið verður høvið at hoyra Niclas Thorsteinsson og Kristin Nolsøe Bech úr Mold á pall
Bólkurin Enekk víðkaði karmarnar hjá føroyskum tónleiki fyrst í nítiárunum. Oddamaðurin í bólkinum Kári Sverrisson hevur síðani sítt gjøgnumbrot á føroyska tónleikapallinum við Enekk verið fast innbúgv á fremstu rók og hevur samstarvað við nógvar tónleikarar m.a. Hans Jacob Kollslíð. 15. oktober verður høvið at hoyra úrslitið av teirra samstarvi í Løkshøll.
Aldarskiftið boðaði frá nýbroti innan føroyskan rokktónleik, har ein ørgrynna av bólkum tóku seg fram. Ein tann best dámdi og virdi bólkurin um hetta mundi var Deja Vu. Leygarkvøldið fer Flóvin Viderø úr Deja Vu á pall í Løkshøll.
Elinborg Pálsdóttir vann heiðurin sum ársins live tónleikari á Faroese Music Awards 2016. Hon hevur gott at breðga til sum lítlasystir hjá Eivør Pálsdóttir, men hevur eisini prógvað, at hon kann standa á egnum beinum.
Og sum áður nevnt fer Wolfgang á pall í endurstovnaðum líki.
Samlaða skráin sær soleiðis út:
Nicolina og Eyðbjørn av Kamarinum.
Jákup Mortensen saman við Lailu Carlsen.
Hallgrím Miðberg, Ólavur Højgaard.
Karl Martin Samuelsen.
Torkil Johannesen.
Elinborg Pálsdóttir.
Niclas Thorsteinsson og Kristin Nolsøe Bech úr Mold.
Sverrisson og Kollslíð.
Unn Patursson.
Georg eystan Á.
Flóvin Viderø, Deja Vu.
Wolfgang.
Øll hesi fara á pall í Løkshøll í Runavík nú leygarkvøldið kl. 20. Dyrnar lata um kl. 19 har høvið verður at ogna sær Føroysku Rokksøguna og fáa hana signeraða. Atgongumerki kunnu keypast á loksholl.fo, í Kunningarstovuni í Runavík og annars við dyrnar, um atgongumerki eru eftir.




