Umframt trúboðarastevnuna, har fýra trúboðarar vitja aftur, sum fóru út fyri 50 árum síðani, verður eisini ein ungdómsstevna
30.11-1.12.2013
Umframt trúboðarastevnuna, har fýra trúboðarar vitja aftur, sum fóru út fyri 50 árum síðani, verður eisini ein ungdómsstevna
Í samband við at teir fýra ungu menninir, Óli á Grømma Jacobsen, Páll Poulsen, Hans Sivertsen og Jógvan Purkhús fóru út sum trúboðarar – í fyrstu syftu til Íslands – fyri 50 árum síðani, hevur samkoman boðið teimum við hjúnafeløgum heim at vitja.
Sjálv stevnan byrjar leygardagin kl. 14, har teir allir koma at tosa til bæði yngri og eldri: Óli á Grømma Jacobsen hevur evnið úr Matteus 28.16-20, Jógvan Purkhús talar um Jónas, Páll Poulsen fer at tala út frá Lukas 24.45-51 og Hans Sivertsen um makedoniska kall Paulusar í Ápostlasøguni 16.6-10. – 17 Sangarar syngja
Eftir hesa løtuna verður nátturði, har øll verða boðin.
Kl. 19 leygarkvøldið verða umstøðurnar heima (serliga í Betesda) umrøddar, tá ið hesir fóru avstað og hvussu fyrsta tíðin í Íslandi kendist. Her verður tað Páll Poulsen, sum fer at umboða teir allar. Myndir verða vístar og eisini verður nomið við frá samkomuni um sjónarmiðið sum samkoman hevði, tá fýra ungir menn fóru út sum trúboðarar. – Tey ungu luttaka í sangi.
Kl. 18 sunnukvøldið fer Óli á Grømma Jacobsen at tala undir heitinum: “Ábyrgd samkomunnar í kristniboðsvirki” og síðani talar Eyðun Elttør vegna teir Elstu í Betesda um: “Framtíðar møguleikar í kristniboðsvirki út frá samkomuni í Betesda”.
– Sunnukvøldið luttekur Betesdakórið.
Umframt trúboðarastevnuna, fara trúboðararnir at luttaka millum ungdómin bæði á Ungdómsstevnuni hóskvøldið kl. 21, fríggjakvøldið kl. 21 og leygarkvøldið kl. 22 verða teir eisini har, og tá kann ungfólkið seta teimum spurningar í samband við at teir sita í einum paneli.




