Fremstu fótbóltstjóðir í heiminum eru savnaðar til EM í Frankarríkið, men longu nú kunnu vit staðfesta tað er lægsti felagsnevnarin, sum er í hásætinum, tá hugsað verður um fótbólt.
Fremstu fótbóltstjóðir í heiminum eru savnaðar til EM í Frankarríkið, men longu nú kunnu vit staðfesta tað er lægsti felagsnevnarin, sum er í hásætinum, tá hugsað verður um fótbólt.
Gaman í eru dystirnir dramatiskir fyri fótbóltsfjepparar hjá ymisku londunum, tí spenningur hevur verið um úrslitið av flestu dystunum líka til dómarin floytar av.
Men tað er stórt spell at venjarar leggja seg eftir einum spælistíli har bundið verður um heilan fingur har dentur verður lagdur á verjuspæli við upp til fimm monnum í aftastu ketuni. Liðini leggja stóran dent á at halda uppá bóltin, við smáspæli – ikki fyri at finna hol í verujketunum hjá mótstøðu liðunum, men fyri ikki at gera feilir og fyri at halda bóltin frá mótstøðuliðnum. Rætta hugtaki fyri hetta slagi av fótbólti er “krógva og blunda”.
Spaniólar eru serfrøðingar til hetta slagið av fótbólti, og teir tíma næstan ikki í álop.
Eisini áttu dómarar at straffa munandi harðari, tá mót álop verða steðgaði við grovum fríspørkum. Tá liðini missa bóltin verða øll kneb brúkt fyri at steðga mótstøðuliðnum. Samanumtikið er fótbólturin bumbaður aftur til 70 ini, tá Argentina við fysikki og brutaliteti gjørdist heimsmeistari frammanfyri eitt vælspælandi Holland.
Leikarar, sum Ronaldo, hava higartil verið mansuppdekkaðir av tveimum ella trimum leikarum, við júst sama endamálið at tryggja verjuna og so kemur álopsparturin í aðru røð. Taparin er fótbóltsspælið.
Tað hava ongantíð áður verið so nógv lond til eitt EM endaspæl men hetta hevur tíanverri higartil bert ávirkað negativt om hugt verður einans eftir fótbóltsspælinum. Smátjóðirnar standa seg sera væl, men tað er serliga takkað vantandi hugflog og vilja hjá stóru tjóðunum til álopsspæl.
Enn eru nógvir dystir eftir og vónandi eiga vit nakrar góðar fótbólts upplivingar fyri framman.




