Fríggjadagurin 3. januar 2003 verður heilt víst ein søguligur dagur fyri Norðlýsið. Tað var henda dagin, Steinbjørn Jacobsen borgarstjóri trýsti á knøttin, og sendi Norðlýsið út á internetið, ella í hvønn krók í heiminum.
Ikki kann sigast annað enn at vinnulív og brúkarar annars av Norðlýsinum vóru væl umboðað fríggjadagin 3. januar, tá fyrsta útgávan av internetblaðnum Norðlýsið varð løgd út á netið.
Føroysku fjølmiðlarnir vóru umboðaðir, vinnulívið og býráðið í Klaksvík vóru til móttøkuna og harumframt stukku fleiri av lesarum og grannum okkara inn á gólvið og tað fegnaðust vit sum starvast á blaðnum nógv um.
Tað fjálgar at fólk sína áhuga.
Fimm ferðir um vikuna
Satt at siga, so hava vit á Norðlýsinum kent okkum eitt sindur skerdar líka síðani hini skrivaðu bløðini fóru at koma út fimm ferðir um vikuna.
Líka síðani tá, og eisini langt áðrenn, var umhugsað at geva Norðlýsið út tvær ferðir um vikuna. Men alla tíðina vendu vit aftur til, at ilt var at fáa eyga á hvussu peningaliga síðan skuldi fáast at hanga saman.
Tað er nevniliga soleiðis, at Norðlýsið fyri nógv stórsta partin livir av lýsingum frá vinnulívinum og øðrum í Norðoyggjum og vit hava ongantíð rættuliga kunna trú uppá, at tað fór at bera til at vinda munin meira av lýsingum burturúr samfelagnum her, um so var, at blaðið, framhaldandi sum lokalblað fyri Norðoyggjar kom út tvær ella fimm ferðir um vikuna.
Haldarar og tey, sum keypa blaðið hava tikið væl undir. Umleið 1600 húsarhald eru t.d. í Klaksvík og í sama øki hevur Norðlýsið haldarar og keyparar í leysasølu uppá einar 1200 um vikuna, so sigast má at tikið verður sera væl undir við Norðlýsinum. Hetta hevur eisini talt við í hugsanum okkara tá talan hevur verið um at komið út fleiri ferðir um vikuna, tí vit hava mett, at vit neyvan høvdu megnað at økt munin um haldaranar ella leysasøluna av teirri orsøk.
Netútgávan
Tí var at enda avgjørt at royna eina netútgávu. Her hava vit møguleikan at náa onnur enn tey somu. Og harafturat hava vit eisini gjørt lýsingamøguleikarnar hjá viðskiftafólki okkara munin betri.
Fyri tveimum árum síðani fór Norðlýsið eisini í luftina ígjøgnum Rás2. Hetta samarbeiði við Rás2 hevur verið fyrimyndarligt og uttan trupulleikar og eisini her hava vit møguleikan at gerast meira fjøltáttaði og tað er einki at ivast í, at vit framhaldandi eisini fara at menna okkum á radioøkinum saman við Rás2.
Norðlýsið eigur at vera tað, vit norðoyingar kunnu savnast um og brúka og til tess at menna hesa hugsan hava vit roynt at gerast so fjøltáttaðir sum møguligt.
Móttøkan
Sum sagt í byrjanini, so tóku norðoyingar sera væl undir við móttøkuni á Norðlýsinum.
Jákup Ziskason borðreiddi við pinnamati og onkrum góðum afturvið. Dynamic Paper, við Jens Paula Rasmussen, sum hevur ambætaran og sum hevur verið tekniski leiðari hjá Norðlýsinum at fara út á netið, var á staðnum og kundi greiða teimum, sum høvdu áhuga frá tí tekniska og ikki minst var borgarstjórin her og trýstið á knøttin tá fyrsta blaðið fór út á netið.
Harafturat møttu eini 50 vinnnulívs og handilsfólk, saman við øðrum til móttøkuna, so her var at kalla fult í teimum 80 fermetrunum, sum vit húsast í.
Rás2 skal ikki gloymast. Petur Jacobsen, "Petur hjá Dáva" og Sonni Smith møttu upp uttan at vit vitstu av og sendu "Leysaløtuna" beinleiðis frá móttøkuni. Stóra tøkk skulu teir hava fyri tað.
Alt í alt skal sigast, at vit á blaðnum vóru sera væl nøgd við dagin.
Oliver




