Ein serliga søguligur leikari og tveir U-landsliðsleikarar hava gjørt sáttmála við KÍ fyri 2015.
Fimm dystir frá flest dystum í føroyskum fótbólti, eitt mál frá 100 málum og vunnið greipuna tríggjar ferðir við trimum ymiskum feløgum. Hann legði upp til flest mál hjá KÍ í 2014 og er eitt stórt navn í føroyskum fótbólti. Tað er Heðin á Lakjuni, sum í dag hevur gjørt sáttmála við KÍ fyri kappingarárið 2015.
KÍ boðar í kvøld frá, at Heðin á Lakjuni í dag hevur gjørt sáttmála við felagið. Tað hevur annars verið ivamál, um Heðin fór at taka eitt ár afturat, hóast eingin hevur útihýst møguleikanum. Seinasta kappingarár byrjaði Heðin, tá fýra umfør vóru leikt. Men í 2015 verður hann við frá byrjan av.
Søguligur leikari
36 ára gamli Heðin er ikki ein og hvør í føroyskum fótbólti. Hann hevur spælt 403 landskappingardystir í bestu deildini. Tað er bara 40 ára gamli Egil á Bø, sum hevur fleiri dystir. Hann hevur spælt 407 dystir, so komandi ár kann Heðin blíva leikarin við flest dystum, um hann spælir fimm dystir fleiri enn Egil. Heðin hevur skorað 99 landskappingarmál í bestu deildini. Tí er hann bara eitt mál frá at koma í 100 mál ”klubban”, har bara 10 leikarar eru frammanundan. Heðin á Lakjuni er eisini einasti leikarin í føroyskum fótbólti, sum hevur vunnið greipuna við trimum ymiskum feløgum. Við KÍ í 1999, við B36 í 2001 og við HB í 2004. Eisini kann nevnast, at Heðin á Lakjuni var á deildum fyrsta plássi yvir leikarar, sum løgdu upp til flest mál hjá KÍ í 2014, hóast hann manglaði 707 minuttir í at spæla fulla leiktíð fyri allar 27 dystirnar.
Sørmundur og Tórur eisini skrivað undir
Úr KÍ frætta vit eisini, at 22 ára gamli Sørmundur Kalsø hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við felagið. Og tað hevur 19 ára gamli Tórur Justesen eisini gjørt. Sørmundur spældi seinasta kappingarár 23 dystir frá byrjan, meðan Tórur spældi 13 dystir frá byrjan í Effodeildini. Báðir hava teir verið partar av U-landsliðum seinnu árini.
Les eisini: Eingin nýggjur leikari í klubb 100




