Fyri fyrstu ferð nakrantíð vann nýggi Klaksvíkingur og fyri fyrstu ferð nakrantíð endaði Drekin Reyði ikki fremst. Í einum fantastiskum róðri hjá 10-mannaførum eydnaðist tað Klaksvíkingi at vinna sín 4. sigur á rað í Kollafirði og samstundis blíva fyrsti báturin, sum vinnur á Drekanum Reyða.
Sostatt vísti Klaksvíkingur enn einaferð, at úrslitið á Norðoyastevnu ikki hevur alt at siga fyri, hvør bátur fer at standa seg best. Lagt er upp eitt spennandi róðrar ár, nú lítil og eingin munur tykist vera millum Klaksvíking og Drekan Reyða.
Komandi stevna er á Strondum næsta leygardag.




