men løgmannsstampurn kom inn sum ein fløkja, við nøkrum hálum brosmun og onkrum ørvitis toski – sigur skiparin Ólavur Poulsen, skemtandi
Skiparin og reiðarin á Søkjanum, Ólavur Poulsen, sum til seinasta løgtingsval stillaði upp fyri Fólkaflokkin, sigur at løgmansstampurin bleiv ikki nøkur sólskinssøga.
– Hann kom inn sum ein fløkja og úrtøkan var nakrar hálar brosmur og onkur ørvitis-toskur, sigur skiparin skemtandi.
Søkin fekk 4000 pund, meginparturin toskur og prísurin var ímeðal 20 krónur kilo.
– Tað var hugaligt at fáa vitjan av Javnaðarflokkinum á Stongunum og eg og løgmaður høvdu eitt álvarsprát um Fiskidagabankan.
– Eg greiddi honum frá at tað er umráðandi hjá okkum í vinnuni at hava stabil viðurskifti.
– Túrurin var bara allright – so kanska eydna var í hjálpini frá løgmanni.




