Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Søkir eftir pedagogi / hjálparfólki

(Hannefía Joensen)

Søkt verður eftir 1 starvsfólkið, at byrja hálvan septembur 2007.

Mylnuhúsið er ein samskipaður dagstovnur við vøggustovu, barnagarði, útibarnagørðum og frítíðarheim. Vit taka dagliga ímóti 138 børnum í aldrinum 0 – 9 ár. Í Mylnuhúsinum er pláss fyri at bæði børn og vaksin kunnu seta síni spor her, vit arbeiða í tí dagliga við okkara eygleiðingarevnum og eru upptikin av, hvat upptekur børnini, fyri síðan at leggja dagin til rættis út frá tí og leggja vit stóran dent á, at varða um øll børnini.

Starvið er 15 tímar viku

Vit sóknast eftir fólki ið:
Eru støðug og virkin
hava opið sinni
síggja møguleikar fram um mørk
taka støði í barninum
vísa áhuga og forvitni í tí námsfrøðiliga arbeiðinum
eru opin fyri nýhugsan
leggur stóran dent á gott samstarv við foreldur og samstarvsfelagar.

Lønar- og setunarviðurskifti eru sambært sáttmála millum kommunurnar og Føroya Pedagogfelag.

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til leiðaran Annie Joansen telefon 457788.

Umsóknir til starvið, skal vera okkum í hendi seinasta lagið fríggjadagin 7 sept 2007.

Mylnuhúsið
Mylnugøta 10
700 Klaksvík mylnuhusid@mylnuhusid.fo