Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sól og summar á Zarepta

John William Joensen

Veðrið á Vatnoyrum hevur verið av tí fagrasta nú í alt summar. Hann hevur verið høgur í ættini, og tað hevur so at siga ikki dropa av himli.

Tað er vatnmangul í fleiri bydum vestri í Vágum, og verður vatn leitt úr Sørvágsvatni bæði til Sørvágs og Vatnsoyrar.

Hesa vikuna hava 185 børn í 13 ára aldri børn verið á summarlegu á Zarepta, umframt gott og væl 100 starvsfólk, so alt í alt hava tað verið umleið 300 fólk í húsi.

Børnini hava hugnað sær væl úti, og hava tey róð, sparka fótbólt, havt ymiskar kappingar úti, grilla, havt legubál, og gjørt magnt og hvat til gaman. Harafturat hevur eitt gentulið  hjá Ásu Danielsen svomið á vatninum næstan hvønn dag.

Umframt alt spæl hava børnini havt andaktir á kømurunum, hoyrt um Josva í bíbliutímunum, sum hava verið hvønn morgun, og um Hudson Taylor í framhaldsøguni, sum hevur verið hvørt kvøld.

Í morgin fara børnini heimaftur, mett av upplivingum og vinskapi fyri lívið.