Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sól og summar í Eliaskirkjuni

Danial Viðoy

Keypmannahavn: Í gjár var føroyska Eliaskirkjan í Keypmannahavn karmur um eitt summarsligt tiltak. Tað varð skipað fyri einum borðhaldi við góðum ábiti. Tað mundu verði eini hálvtrýss føroyingar til tiltakið. Hugnaligt var tað.

Keypmannahavn: Í gjár var føroyska Eliaskirkjan í Keypmannahavn karmur um eitt summarsligt tiltak. Tað varð skipað fyri einum borðhaldi við góðum ábiti. Tað mundu verði eini hálvtrýss føroyingar til tiltakið. Hugnaligt var tað.

Eliaskirkjan í Keypmannahavn er kirkja fyri føroyskar útisetar. Hvørt leygarkvøld er okkurt á skránni. Aloftast er tað møti, men í gjárkvøldið var tað eitt sindur øðrvísi við einum samansjóvandi tiltakið.

Tað eru nógvir føroyingar, sum flyta niður um hesa tíðina. So fyrireikarnir mettu at tað var upp á sítt pláss, at skipa fyri einum samansjóvandi tiltaki.

Eliaskirkjan er ein upplagdur møguleiki eitt leygarkvøld í Keypmannahavn. Tey, ið eru von at ganga á møti og í kirkju heima á klettunum, eru sera glað fyri hendan møguleikan. Tá ið fólk flyta í annað land, er skjótt at vanar heimanífrá broytast, og tí er gott at Eliaskirkjan er fyri at halda góðum vanum heimanífrá á lívi.

Um summarið er nokkso friðarligt í Eliaskirkjuni, tí tá eru útisetarnir sum aloftast heima. Men nú verður herja á aftur og ein vetur við nógvum tiltøkum stendur fyri framman.

Tey í Eliaskirkjuni leggja dent á, at øll eru væl komin í kirkjuna eitt leygarkvøld.