Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sølan byrjar í dag kl. 12:00

Jóhann Lützen

Ert tú Bryan Adams fjeppari, skalt tú vera til reiðar kl. 12:00, tí tá verða tey 3.050 atgongumerkini sett til sølu til konsertina, sum verður Við Tjarnir tann 23. apríl.

 

Fríggjadagin í farnu viku varð kunngjørt, at Bryan Adams setir kós móti Føroyum og fer at spæla eina sokallaða “risa stovukonsert” í stórhøllini Við Tjarnir.

Um hugt verður at reaktiónunum á sosialu miðlunum, kann roknast við, at áhugin fyri at ogna sær atgongumerki er sera stórur. Tí ræður um at vera til reiðar kl. 12:00, tá atgongumerkjasølan byrjar.

Atgongumerkini kosta úr kr. 795,- umframt avgreiðslugjald, og kunnu keypast umvegis hetta leinki: https://tjarnir.atgongumerki.fo/webshop/event/2855365/order/info

ella tjarnir.fo  & eventz.fo