Rættiligt rok stóðst av málinum um Skálafjaratunnilin tá tað kom fram at politiska skipanin ikki fekk innlit í sáttmálan við CIP uttan í trúnaði. Ført var fram at slíkt er óhoyrt í okkara grannalondum – men nú Goldman Sachs gjøgnum felagið New Energy Investment skal keypa 19 prosent av partabrøvunum í almenna felagnum Dong fyri átta milliardir krónir, hevur danska stjórnin gjørt av at einans fíggjarnevndarlimirnir hjá danska Fólkatinginum sleppa at síggja sáttmálan. Men fyrst mugu fólkatingslimirnir undirskrivað tagnaðarskyldu og embætisfólk í danska fíggjarmálaráðnum skulu halda vakt meðan politikarar lesa avtaluna, og ansa eftir at tinglimir ikki taka myndir av skjølum ella taka skjøl víða sær úr fundarhølinum.