Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Soleiðis atkvøddi Norðlýsið til ársins bestu

Jákup Ósá

Her kunnu atkvøðurnar til ársins leikara tiltakið síggjast hjá Norðlýsinum.

Her kunnu atkvøðurnar til ársins leikara tiltakið síggjast, sum Jákup Ósá vegna Norðlýsið atkvøddi fyri. Ársins leikari kemur frá føroyameistarunum úr Víkingi, og tað er neyvan nakar ivi um, at Sølvi Vatnhamar úr Víkingi verður ársins leikari 2016. 

Ársins spælari:

1. Sølvi Vatnhamar (Víkingur)

2. Páll A. Klettskarð (KÍ)

3. Árni Frederiksberg (NSÍ)

Grundgeving: Sølvi er lykilin til føroyameistaraheitið hjá Víkingi og hevur sannførandi hagtøl við málum og uppleggum umframt, at hann eisini er ein stríðsmaður fyri verjuspælið. Páll er leikarin í Føroyum við flest mál/uppleggum umframt, at hann hevur havt ein sera stóran týdning fyri KÍ konseptið við støðugum avrikum. Árni er tann besti álopskendi miðvallarleikarin við ikki færri enn 20 uppleggum og 11 málum. Eingin hevur nakrantíð lagt upp til fleiri mál. 

Ársins ungi spælari: (Spælari við U21-aldri)

1. Jóannes Bjartalíð (KÍ)

2. Filip Djordjevic (Víkingur)

3. Hørður Askham (B36)

Grundgeving: Jóannes Bjartalíð hevur við 17 málum og 10 uppleggum havt eitt sera gott kappingarár, hóast hann dalaði nakað eftir summarsteðgin, meðan hann kanska var besti leikarin í kappingini, tá KÍ hevði sítt besta tíðarskeið áðrenn summarsteðgin. Filip var týðandi álopsleikari hjá Víkingi fyrr í kappingini og yngsti maðurin í Víkinga uppstillingini hevur avrikað væl, meðan Hørður Askham fyri tað mesta hevur verið oddamaður í B36 miðverjuni, sum ikki hevur latið nógv mál inn, har hann hevur munin á Andrias Eriksen hóast nøkur mistøk. 

Ársins málverji:

1. Kristian Joensen (KÍ)

2. Símun Rógvi Hansen (NSÍ)

3. Teitur M. Gestsson (HB)

Grundgeving: Her er kanska størri kapping og tað veldst kanska um, hvørjar dystir ein hevur sæð. Kristian hevur skapt tryggleika í KÍ verjuspælinum og flutt KÍ verjupartin nógv. Bæði við góðum og avgerandi bjargingum og við góðum spæli í luftspælinum umframt, at hann stýrir væl. Símun Rógvi hevur staðfest seg sum ein góðan og støðugan málverja og hóast Teitur ikki hevur havt sítt besta persónliga kappingarár, so er hann framvegis millum teir bestu.

Ársins verjuspælari:

1. Jonas F. Rasmussen (KÍ)

2. Atli Gregersen (Víkingur)

3. Jógvan Rói Davidsen (HB)

Grundgeving: Her er trupult at peika á ein. Bæði Jonas og Atli hava lyklaleiklutir fyri síni lið. Kanska bleiv týdningurin av Jonas í KÍ staðfestur, tá hann manglaði móti AB og í seinna hálvleiki móti NSÍ. Atli hevur verið lykilin til eitt sera tolið Vikinga lið, sum mangan hevur havt útgangsstøðið langt afturi á vøllinum. Jógvan Rói Davidsen er kanska mest óvæntaða valið av øllum í atkvøðunum, men sera passandi, tí hann er kanska tann verjuleikarin við flest uppleggum(7) nakrantíð eitt kappingarár umframt, at hann og HB ikki hava latið so nógv mál ígjøgnum. 

Ársins miðvallari: (íroknað vengur)

1. Sølvi Vatnhamar (Víkingur)

2. Árni Frederiksberg (NSÍ)

3. Semir Hadzibulic (KÍ)

Grundgeving: Her er meira upplagt. Sølvi hevur allan pakkan við føroyameistaraheitið, málum, uppleggum, dystaravgerandi og góðum stríðsanda. Árni er klárt tann besti, hvat málum og uppleggum viðvíkur, meðan Semir er tann, sum bant KÍ liðið saman í ár og m.a. átti stóran leiklut í, at KÍ vann sítt fyrsta steyp í 17 ár. 

Ársins áleypari:

1. Páll A. Klettskarð (KÍ)

2. Klæmint A. Olsen (NSÍ)

3. Andreas Lava Olsen (Víkingur)

Grundgeving: Her gevur tað seg eisini sjálvt, um ein fer eitt sindur afturum tølini og avrikini. Páll hevur skarað framúr hetta kappingarárið. Klæmint er toppskjútti, men hevur ikki verið við í eins nógvum málum, um vit telja uppleggini við, meðan Klæmint hevur skorað nógv fleiri brotsspørk. Klæmint er sum altíð millum teir bestu og tolir nokk at geva hendan heiðurin frá sær eitt kappingarár. Hann fær helst heiðurin aftur næsta ár, tí yvir fleiri ár hevur hann prógvað seg sum Føroya mest støðuga álopsleikara. Andreas fær triðja plássið, tí hann var so avgerandi í avgerandi tíðarskeiðnum hjá Víkingi. 

Ársins venjari:

1. Mikkjal K. Thomassen (KÍ)

2. Sámal Erik Hentze (Víkingur)

3. Pauli Poulsen (Skála)

Grundgeving: Her fellur valið á Mikkjal, tí hann hevur flutt KÍ meir enn nakar annar venjari í ár. KÍ fór frá at vera eitt miðal lið nógv tey undanfarnu árini til at blíva eitt av toppliðunum í 2016. Nógv met í felagnum blivu eisini sett. M.a. flest stig, flest skorað mál og fæst mál ígjøgnum fyri kappingarár uppá 27 umfør. Sámal Erik flutti Víking tað seinasta pettið. Eitt væl samanspælt og roynt lið við nógvum vinnararoyndum frá steypakappingini, meðan tríggir høvdu føroyameistararoyndir frá øðrum feløgum. Pauli Poulsen megnaði rímiliga trygt at bjarga einum uppfluttum Skála liðið frá niðurflytingarstríðið, og tað er flott við einum hópi, sum helst telist millum teir bíligastu og mest lokalu.

Miðlahúsið og FSF skipað fyri tiltakinum um at velja ársins bestu í tiltaki á Hotel Føroyum fríggjakvøldið. Tá vera allar atkvøður taldar saman.