Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Soleiðis byrjaðu Víkingur og KÍ

Jákup Ósá

Víkingur royndi eina loysn uppá avloysara hjá Halli Hansson, meðan KÍ hevði nýggja høgru síðu.

Hjá Víkingi kenna vit nærum alt. Leikararnir í uppstillingini eru nærum teir somu, sum teir hava verið seinastu árini. Tað er bara Hallur Hansson, sum skal avloysast, meðan Gert Hansen er komin til og tað ger møguliga, at Bárður Hansen fær ein meira framrættaðan leiklut í ár. Tá liðini spældu við sterkastu uppstillingini, so spældi Bárður Hansen sum hangandi álopsleikari aftanfyri Finnur Justinussen. Har skal tó sigast, at Súni Olsen vegna arbeiðsumstøður ikki fekk spælt frá byrjan.

Víkingur byrjaði við hesum liðnum í einari nærum 4-4-1-1 uppstilling: Geza Turi – Gert Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Andrias Lava Olsen, Sølvi Vatnhamar, Hans Jørgen Djurhuus, Heðin Hansen – Bárður Hansen – Finnur Justinussen.

Hjá KÍ spældi Mayowa Alli í miðverjuni saman við Jonas Flindt Rasmussen. Sørmundur Kalsø fekk møguleikan á høgra bakki, meðan Justice John, sum er til royndarvenjing, spældi á høgra kanti. Evrard Blé og Heðin Klakstein byrjaði sentralt á miðvøllinum, meðan Ndende A. Gyéye var frammanfyri. Hjalgrím Elttør spældi á vinstra kanti, meðan Petur Andreasen byrjaði í álopinum. Atli Danielsen, Ísak Simonsen og Páll A. Klettskarð vóru ikki tøkir hendan dystin.

KÍ byrjaði soleiðis í einari 4-2-3-1 uppstilling: Meinhardt Joensen – Sørmundur Kalsø, Jonas Flindt Rasmussen, Mayowa Alli, Heðin á Lakjuni – Evrard Blé, Heðin Klakstein – Justice John, Ndende A. Guéye, Hjalgrím Elttør – Petur Andreasen. Seinni í dystinum komu hesir inn: Fríði Sigurðsson, Gunnar Christiansen, Tórur Justesen, Jákup B. Andreasen, Jóannes K. Danielsen, Jóannes Bjartalíð, Ivan Joensen, Henry Heinesen, Eivin Sørensen og Andrias Frederiksberg

Víkingur-KÍ 1-0

1-0: Heðin Hansen

Harleywoodpaint