Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Soleiðis eru feløgini umboðað á Norðoyastevnu 2023

Jákup Ósá

Havnar Róðrarfelag er best umboðað, Róðrarfelagið Tindur er í topp 3 og bara tríggjar manningar úr Suðuroynni luttaka.

Fyrr í dag kom startrøðin út til Norðoyastevnu. Vit hava kannað eftir, hvussu feløgini eru umboðað millum tær 85 manningarnar, sum hava boðað frá luttøku á fyrsta róðrinum.

Havnar Róðrarfelag er best umboðað við einari manning fleiri enn Klaksvíkar Róðrarfelag. Síðani kemur Róðrarfelagið Tindur úr Eysturkommunu, sum hóast felagið var stovnað í 2017 longu telist millum tey størstu í eini lutfalsliga lítlari kommunu.

Hyggja vit eftir oyggjum so síggja vit, Vágoy er lutalsliga væl umboðað við 12 manningum, meðan bara tríggjar manningar koma úr Suðuroynni.

 

Feløg:

12: Havnar Róðrarfelag

11: Klaksvíkar Róðrarfelag

7: Róðrarfelagið Tindur

5: Hósvíkar Róðrarfelag

5: ÍF Kappróður

5: Miðvágs Róðrarfelag

5: Argja Róðrafelag

4: VIF kappróður

4: Róðrarfelagið Knørrur

4: Kappróðrarfelagið NSÍ

3: Kollafjarðar Ítróttarfelag

4: Sørvágs Róðrarfelag

3: Skála Róðrarfelag

3: Sandavágs Ítróttarfelag

3: Hvalvíkar Streymnesar Róðrarfelag

2: Eiðis Róðrarfelag

2: Froðbiar Sóknar Róðrarfelag

1: Kvívíkar Sóknar Róðrarfelag

1: Vágs Kappróðrarfelag

1: Norðdepils-Hvannasunds Róðrarfelag

 

 

 

Feløg býtt í oyggjar:

37: Streymoy

21: Eysturoy

12: Vágoy

11: Borðoy

3: Suðuroy

1: Borðoy/Viðoy

Harleywoodpaint