Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Soleiðis gjørdist valúrslitið í Norðoyggjum

Jákup Ósá

Vit hava talt Norðoyggjar saman og gjørt valúrslit útfrá teimum. 

Úrslitið vísir, at Fólkaflokkurin fekk 48 % av atkvøðunum og síðani komu Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin nærum púra javnir við gott 12 %. Nakað aftanfyri kom Tjóðveldi við knapt 10 %, meðan Miðflokkurin og Sjálvstýri lógu um 8 prosent. Framsókn var nógv minsti flokkur við 1,6 %. 

Í tingmannatali gjørdist býtið hetta: A 17, B 4, C 4, D 2, E 3, F 0 og H 3.