Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Soleiðis sær út í Djúpumýru

Jákup Ósá

Spurningurin er, um tað verður spælandi kl. 15.00, tá KÍ og Víkingur eftir ætlan skulu spæla í Effodeildini? Dagført kl. 10.44.

Kavi er í Klaksvík og tað merkir eisini vøllin, har KÍ og Víkingur eftir ætlan skulu spæla kl. 15.00 í dag.

Norðlýsið hevur verið á vøllinum í morgun, har myndirnar eru frá. Støðan er tann, at tunt lag av vátakava er á størsta partinum av vøllinum, men undir skýlinum er eingin kavi vegna nógva vindin norðanífrá.

Helst spælandi kl. 15.00

Ringt er at meta um veðrið frameftir, men at síggja til er møguleiki fyri, at tað verður spælandi um 5 tímar. Forsøgnin lovar gott veður seinnapartin, tá dysturin skal spælast. Sól, turt, 3-4 hitastig og vind styrkin fer niðurum 10 m/s. Tí eigur tunna lagið av kava at vera farið burtur um 4-5 tímar, um forsøgnin heldur. Men givið er, at støðan má broytast í mun til í morgun, tí tað er ikki spælandi í løtuni. Ein annar møguleiki er eisini, at koyra maskinur á vøllin fyri at fáa kavan burtur. Sum skilst verður tann møguleikin umhugsaður í KÍ í løtuni.

Dagføring kl. 10.03: Kl. 12.30 skulu kvinnurnar hjá KÍ og AB av røttum spæla fyrsta landskappingardyst í bestu kvinnudeildini í ár. Um tann dysturin verður spældur er heldur ivasamt, tí tað kavar framvegis í Klaksvík og dysturin skal av røttum byrja um tveir og ein hálvan tíma.

Dagføring kl. 10.44: Støðan er ikki blivin betri seinasta tíman. Heldur hinvegin. Tað kavar framvegis og kavaælið sær ikki út til at steðga enn, hóast forsøgnin hjá m.a. yr ikki boðaði frá hesum.Enn eru góðir 4 tímar til dystar byrjan, so nógv kann broytast, tí tað skal ikki nógv til, fyri at allur vøllurin er grønur.

Norðlýsið fylgir støðuni og kemur við dagføring av kava støðuni í Djúpumýru seinni.