Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Soleiðis setir tú krossin

Helgi Abrahamsen

Her eru nøkur góð ráð, sum tú skalt hugsa um, tá tú atkvøður á valinum í dag:

Her eru nøkur góð ráð, sum tú skalt hugsa um, tá tú atkvøður á valinum í dag:

Brúka atkvøðuseðilin, sum tú fært útflýggjaðan á valstaðnum.

Tú skalt seta EIN KROSS við annaðhvørt listan, sum tú ætlar at velja, ella við eitt av valevnunum, sum standa á listanum.

Krossurin skal vera settur soleiðis, at eingin ivi kann vera um, hvønn valevnislista ella hvat valevni tú hevur viljað atkvøtt fyri.

Skriva einki annað á atkvøðuseðilin enn bara ein kross. Um tú kemur til at skriva skeivt, royn so ikki at viska ella strika yvir. – Bið um ein nýggjan seðil.

Brúka blýantin sum liggur í atkvøðuboksini. Um eingin blýantur er har, bið so um ein blýant (ikki brúka tín egna).

Gott val.


(sí frágreiðing frá Heilsu- og Innlendismálaráðnum her)
Harleyfacadeacryl