Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Soleiðis verður ein søga – um ein søgu – spunnin

John William Joensen

Søgan um føroyska aðalskrivaran, sum hevur fingið eina átalu frá UEFA, fær bein at ganga á seinrapartin hósdagin- men hví skrivaðu allir fjølmiðlar bráðliga somu søgu?

Beint áðrenn klokkan 11 føroyska tíð, sessast tíðindamaðurin hjá Kringvarpinum, heima í stovuni og byrjar at senda teldupostar til Norðurlendsku tíðindamiðlarnar.

Í lesarabrævi, seint gjárakvøldi til Norðlýsið sigur tíðindamaðurin at hann gjørdi hetta m.a. tí…… málið vera somikið álvarsamt, at miðlar við størri orku og trúvirðið enn teir flestu føroysku skuldu varpa ljós á málið. Soleiðis hevði okkara væl grundaða avdúking staðið sterkari……..

———–

Ná men aftur til søguna um søguna.

Tíðindamaðurin hjá kringvarpinum sessast við telduna og sendir hendan postin til "seriøsu norðurlendsku tíðarritini":

Eingin avsendari er í teldupostinum – bert teldupostadressan, sum kona avsendaran eigur:

Tip om skandale
En stor skandale i det færøske fodboldforbund er under opruling. Generalsekretæren i forbundet har solgt mange af forbundets billetter til EM 2008 til et ukrainsk rejsebureau.

Halvdelen af pengene for salget (15.000 euro)blev overflyttet til en af generalsekretærens privatkonti. Efter langt tid får generalsekretæren, Ísak Mikladal, efter alt at dømme kolde fødder og fortæller UEFA om sine gerninger.

Dog påstår han, at hans hensigt var, på egen hånd at afdække den ukrainske mafia! Sagens fakta findes på skrift i UEFA, og flere færøske medier og alle færøske fodboldklubber har fået kopier af sagsmaterialet foruden et brev fra forbundets præsident, Høgni í Stórustovu, som har været holdt uvidende om sagen i et helt år.

Ísland
Kl. 11:59 (bert ein tíma eftir at telduposturin er sendur úr Føroyum) skrivar Íslendska Morgunblaðið um føroyska aðalskrivaran. Upplýsingar sum koma fram í greinini í íslendska blaðnum eru teir somu sum eru nevndir í teldupostinum – og blaðið siterar einans Kringvarpið.

Norra
Norska Aftenposten skrivar um føroyska aðalskrivaran kl. 13:54 (føroyska tíð) – tvs. bert tríggjar tímar eftir telduposturin er sendur úr Havnini.

Norska blaði kopierar beinleiðis teldupostin og leggur hann á heimasíðuna í norskum formi. (RED – Rætting:  Í greinini eru eisini aðrar upplýsingar enn teir í umtalaða telduposti – trýst her fyri at síggja greinina

Skandale på Færøyene– En skandale er under opprulling i et av UEFAs minste forbund. Generalskretæren i Færøyenes fotballforbund er mistenkt for å ha videresolgt forbundets EM-billetter med hensikt å stikke av med pengene selv………..

Søgan endar aftur í Føroyum
Og jú – søgan endar ikki her!
Enn einaferð fær Kringvarpið eina góða søgu og kl.15:45 skrivar føroyski fjølmiðla-oddvitin – at útlendskir fjølmiðlar eru farnir at vísa søguni um føroyska aðalskrivaran ans.

Eina lítla løtu seinri, nevniliga kl. 16:11 hevur Dimma.fo somu søgu – um teir stóru útlendsku miðlarnar, sum eru farnir at skrivað um illavorna føroyska aðalskrivaran.

Heima í stovum kring landið sita føroyskir lesarar og skammast yvir føroyska aðalskrivaran – tí tað má jú verða eitt álvarsamt mál tá allir hesir "seriøsu" norðurlendsku fjølmiðlarnir skrivað um málið.

Ímeðan føroyingar skammast – sløkkir tíðindamaður hjá Kringvarpinum telduna og tekur kaffikoppin í hondina áðrenn leiðin gongur oman í SMS hendan regnváta hósdagin í Havn. Á sum føroyingar skammast????