Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sólfríð Olsen 25-ára starvsdag í býráðsumsitingini

Norðlýsið

Mánadagin 24. februar 2014 skipaði Klaksvíkar kommuna fyri hátíðarhaldi í býráðshøllini til heiðurs fyri Sólfríð Olsen, fulltrúa í býráðsumsitingini, í sambandi við hennara 25-ára starvsdag.Fitt av fólki møttu til hátíðarløtuna, har Jógvan Skorheim, borgarstjóri, førdi fram røðu til heiðurs fyri Sólfríð Olsen, sum er eitt av væl kendu andlitunum í býráðsumsitingini hjá Klaksvíkar kommunu.

Mánadagin 24. februar 2014 skipaði Klaksvíkar kommuna fyri hátíðarhaldi í býráðshøllini til heiðurs fyri Sólfríð Olsen, fulltrúa í býráðsumsitingini, í sambandi við hennara 25-ára starvsdag.
Fitt av fólki møttu til hátíðarløtuna, har Jógvan Skorheim, borgarstjóri, førdi fram røðu til heiðurs fyri Sólfríð Olsen, sum er eitt av væl kendu andlitunum í býráðsumsitingini hjá Klaksvíkar kommunu.

Sólfríð hevði sín fyrsta starvsdag hjá kommununi 1. oktober 1989, tá ið hon byrjaði sum skrivari hjá borgarstjóranum og býráðsskrivaranum.

Í røðu sínari greiddi borgarstjórin millum annað frá, at fjølbroytni, fleksibilitetur og praktiskur hugsunarháttur telist millum nógvu dygdirnar hjá Sólfríð.

– Hetta sæst eisini aftur í tí, hvussu nógvar ymiskar uppgávur hon hevur loyst upp gjøgnum árini, segði borgarstjórin, og nevndi síðan eina langa røð av álitisuppgávum, sum Sólfríð hevur røkt fyri kommununa hesi 25 árini.

– Tú hevur verið eitt framúr trúfast, arbeiðssamt og ikki minst loyalt starvsfólk hjá Klaksvíkar kommunu, og tað vilja vit í dag heiðra teg og takka tær hjartaliga fyri. Eg síggi fram til eitt framhaldandi eins gott samstarv við teg í starvinum – og ynski tær og øllum tínum alt tað besta, og Guds signing, framyvir.

Vegna býráðið handaði borgarstjórin Sólfríð eitt blómutyssi og eina gávu sum tøkk fyri góða tænastu og fyrimyndarligt samstarv í hesi 25 árini.

Sólfríð takkaði hjartaliga og bar fram eina heilsan til sín arbeiðsgevara og starvsfelagar.

Eftir røður og heilsanir bjóðaði kommunan ein bita til gestirnar, sum bæði vóru starvsfelagar, býráðslimir eins væl og familja og vinir.

Vit ynskja Sólfríð hjartaliga tillukku og ynskja henni alt tað besta framyvir.
Fleiri myndir