Mikudagin í farnu viku kunngjørdi Danmark, hvørji tey almennu størvini verða, ið flyta úr høvuðsstaðnum. Millum tey eru eisini vitanartung arbeiðspláss, ið verða flutt til útjaðaran. Hetta er onnur “runda” av desentralisering, sum danska stjórin hevur tikið stig til. Umframt arbeiðsplássini verða eisini millum 500 og 1.000 lestrarpláss løgd kring landið sum deildir av útbúgvingarstovnum á størri plássum.
Góðar royndir við desentralisering
Í Føroyum hava vit góðar royndir við desentralisering. Landsstýrið flutti í 2007 Strandfaraskip Landsins til Suðuroyar, og stovnurin hevur har riggað fult so væl, sum hann gjørdi áðrenn, um ikki betri. Færri fólk eru í starvi, og leigukostnaðurin í Suðuroy er nógv lægri enn hann er í Havn, so samanumtikið hevur flytingin spart tí almenna pengar, ment eitt útjaðaraøki, og hildið sama tænastustøði.
Heilsutrygd er flutt til Klaksvíkar, og liggur sera væl har. Eitt gott tekin er, tá onki rumbul er kring ein stovn, og friður hevur valdað um Heilsutrygd. Einasta rumblið var, tá Læknavaktin, ið er skipað á Landssjúkrahúsinum, ikki tók telefonina, og maður mátti við mammu síni á Klaksvíkar Sjúkrahús. Aftur her vísti tilbúgvingin í útjaðaranum seg at virka betur enn tann í Tórshavn.
Ringar royndir við miðsavning
Í Klaksvík og í Suðuroy hava vit serliga merkt sviðan av tí, tá farið er hin vegin, og almennar tænastur verða tiknar úr økjunum og lagdar í Suðurstreymoy. Mong eru dømini um barnakonur, ið hava føtt børn síni í vegjaðaranum, tí tær hepnaðust ikki til Havnar. Lukkutíð hava hesar landavegsføðingar higartil spælt væl av, men tað er meira “lukkan enn forstandið”.
Somuleiðis kann ein suðuroyingur framyvir skriva “Smyril”, tá hann framyvir skal fylla formularar út, har føðistaðurin skal upplýsast. Mamma hansara lukkaðist heldur ikki norður á Landssjúkrahúsið at føða, og mátti tí eiga barn sítt umborð á Smyrli. Og rumblið, sum týðir uppá ein illa virkandi stovn, hevur í stóran mun merkt føðideildina á Landssjúkrahúsinum, og hevur verið sum steinur omaná byrðu fyri barnakonurnar.
Bústaðarneyðin í Havn
Ein skuldi trúð, at Tórshavn heystaði fruktirnar av miðsavningini, men heldur ikki har hevur hon verið góð fyri býin. Býurin upplivir í tað eina bústaðarneyð, har fólk ikki fáa tak yvir høvdið. So skjótt ein bústaður er tøkur, eru kanska 100 fólk um boðið, og prísirnir verða trýstir upp av tí sama. At leiga kostar kanska 10.000 um mánaðin, og miðalprísurin fyri sethús í Havn liggur í dag um 2,8 milliónir.
Fingu vit spjatt almenn størv kring landið, so hjálpti hetta uppá fleiri trupulleikar. Økini sum í dag uppliva eina fólkaminking ella stagnatión, fingu eitt lyft. Býtið av almennum virksemi gjørdist meira rættvíst, og við rættvísi fylgir nøgdsemi. Og Havnin hevði eisini fingið gagn av, at minni trýst var á býin, bæði tá tað kemur til ferðslu og tá tað kemur til bústaðartrot.
Lat okkum gera sum Danmark og flyta stovnar kring landið alt.



