Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sólskinssøgur og ræðusøgur við sama innihaldi

Helgi Abrahamsen

Fyri tveimum vikum síðani vóru stór gleðiboð at hoyra í føroysku fjølmiðlunum. Belgiski ríkmaðurin, Christophe Navarre, hevði sett 25 mió. dollarar (sum svarar til 170 mió. krónur) í føroysku vínappina Vivino. Tað vóru ikki smáorð ið vórðu nýtt um, hvussu stóran týdning henda risastóra kapitalinnspræning fór at hava fyri føroysku fyritøkuna.

Sum ein lítil viðmerking til stórtíðindini varð sagt, at føroyingurin Heini Zachariasen er framvegis høvuðspartaeigari í Vivino. Hann segði við Kringvarpið, at tær 170 mió. krónurnar skuldu nýtast til at styrkja um marknaðarstøðuna hjá felagnum.

So gingu 10 dagar, og aftur hoyrdust stórtíðindi um útlendskan kapital í føroyskum vinnulívi. Hesaferð var talan um fiskivinnuna, men her vendu tíðindini øvugt. Nú var talan ikki um gleðiboð um, at útlendingar komu rennandi við pengum at seta í føroyskt vinnulív og heldur einki um, hvat nýggir pengar kunnu brúkast til fyri at styrkja vinnuna.

Nei tvørturímóti. Nú er ein nevnd sett niður at gera uppskot til eina nýggja skipan á fiskivinnuøkinum, og her skal tað vera ein treyt, at útlendingar skulu ikki fáa loyvi at seta pengar í føroysk fiskiskip. Kemur ein nýggjur Christophe Navarre rennandi við pengum at seta í eitt skip, so skal hann vendast í hurðini.

Í fyrsta umfari, meðan tíðirnar eru góðar, hevur eitt forboð ímóti fremmandum kapitali helst ikki so stóran týdning, men rákið plagar at venda av og á og tá kann hetta fáa álvarsamar avleiðingar.

Vit kunnu bara spyrja: Hvussu ber tað til, at tá fremmandir pengar verða settir í eina vínapp, so er tað ein sólskinssøga, men um somu pengar verða settir í eitt fiskiskip, so má forboð setast ímóti tí?

Jú rætt er tað, at vit mugu ansa eftir, at sjálvi fiskirættindini ikki gleppa okkum av hondum, men tí kunnu vit forða fyri, við lóggávu. Tað sum ikki er til at skilja, er hví pengar í eina vínapp eru ein sólskinssøga, meðan somu pengar í eitt fiskiskip er ein ræðusøga.