Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sølukvinna gevst eftir meiri enn 50 ár

Jóhann Lützen

Eftir at hava staðið í handli í meira enn 50 ár gevst Marjun á Lakjuni nú at handla. Seinasti arbeiðsdagur er í dag.

Marjun á Lakjuni er kend handilskvinna í Klaksvík. Nú hon hevur tikið avgerð um at gevast, hava vit fingið eitt prát við hana. Hon minnist aftur á tíðina, tá hon byrjaði. 

Eg arbeiddi fyrst í handlinum hjá pápa í umleið 18 ár, í teimum gomlu húsunum sum abbi lat byggja í 1919, sigur Marjun. 

Í 1982 lótu Marjun og maður hennara Victor HVS-handil upp í teimum nýggju húsunum á Stangavegnum 15, sum júst tá stóðu liðug. Frammanundan høvdu tey búð uppi á Gørðum í 11 ár í egnum húsi, sum tey seldu í 1981, um somu tíð sum tey fóru undir at byggja  nýggju húsini. 

Marjun hevur dáma sera væl at staðið í handli og hevur trivist væl í arbeiðinum. Tað sum eyðkennir hana er hennara blídliga atferð og hvussu væl hon dugir at taka ímóti øllum sínum viðskiftafólki, og tey hava verið mong ígjøgnum hesi mongu ár. 

Virksemið her og ráðgeving kemur at halda fram hjá Victor á Lakjuni úti á Skarðhamri hjá TTS, upplýsir Marjun. 

Eg vil gjarna takka øllum viðskiftafólkum og samstarvsfólkum fyri gott samarbeið, sigur Marjun við Norðlýsið at enda.