Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

SøluRásin 2007

John William Joensen

Tað eru nú 10 ár síðan tann fyrsta sølustevnan varð hildin í høllini á Skála,

sum tey fýra feløgini á vestara armi á Skálafjørðinum Skála Ítróttafelag, Skála Róðrarfelag, StÍF og Strálan standa fyri.

Stevnan hevur øll árini verið sera væl vitjað. Nú stundar væl til jóla, og tað er nærliggjandi, at onkur hugsar um at fáa jólagávurnar frá hondini. Onkur vil keypa sær stásið til jóla.

Nógv ymiskt undirhald verður á pallinum hesar dagar.

Leygardagin kemur barnakórið av Strondum at syngja
kl.1630. og kl 19 koma Sámal Ravnsfjall og Ronni
Nielsen at spæla á pallinum. Andras úr Tónlist og Jónleif geva eina fløgu út ein av fyrstu døgunum og koma teir á pallin kl.21 at spæla.

Hendan dagin vera eisini tvær mótasýningar.

Sunnudagurin hevur eisini nógv at bjóða. Búktalarin
Absalon Áargarð kemur á pallin kl.16 og plagar tað
altíð at vera ein góð og stuttlig løta.

Trølla Pætur, Trølla Omman og Ommudidd koma at undirhalda kl. 19 – eisini gott undirhald fyri bæði børn og vaksin. Tann vælkendi Jens Marni Hansen spælir á pallinum kl.21. Hendan dagin vera eisini tvær mótasýningar.

Annars verður eitt stórt vørutombola uppi í bygdasalinum kl.1745.

Báðar dagarnar verður drigið um vinningar millum seld atgongumerki fyri hvønn dagin.

Við tað at tað er 10 árs jubileum, so verður drigið um
3 kekkar á 5000,- kr.t.v.s. drigið verður tríggjar ferðir. Hetta verður millum øll seld atgongumerki fyri báðar dagarnar.
Vit vilja bjóða tykkum vælkomin til SøluRásina 2007 í høllini á Skála nú um vikuskiftið.

Harleywoodpaint