Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sølvi Vatnhamar er glóðheitur

Jákup Ósá

(Andorra) Sølvi Vatnhamar er toppskjútti undirvenjing higartil í Andorra, tá vit tosa um dystirnar millum teireldru og yngru.

Aftur í dag vunnu teir eldru. Í gjárvar Sølvi Vatnhamar tvær ferðir málskjútti í 4-2 sigri og afturí dag skoraði hann, tá hann skeyt tað fyrra málið av tveimum.Sum heild kann sigast, at júst Sølvi sá sera væl upplagdur útundir venjing hesar báðar dystirnar og ikki bara í sambandi viðhesi málini. Sølvi Vatnhamar byrjar væntandi sentralt ámiðvøllinum leygardagin móti Andorra og har verður uttan iva brúk fyri einum væl uppløgdum Sølva, nú hvørki Fróði Benjaminsen ella Brandur H. Olsen eru tøkir. 

Eldri-Yngru 2-0

1-0: Sølvi Vatnhamar (Upplegg: OdmarFærø)

2-0: Páll A. Klettskarð (Upplegg:Klæmint A. Olsen)

Mynd: Fótbóltssamband Føroya/Hans Erik Danielsen