Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sólvit landsstýrismaður í Almannamálum

Jóhann Lützen

Tað gjørdist Sólvit Noslø, ið gjørdist landsstýrismaður í Almannamálum, júst sum Havnar Framburðsfelag ynskti tað.

Sólvit Nolsø er 36 ára gamal og býr í Havn. Hann er giftur Erlu Bech Nolsø og tey eiga trý børn. Sólvit er stjórnmálafrøðingur og hevur seinastu árini starvast sum tíðindamaður. Síðan apríl í fjør, hevur hann verið í starvi sum skrivari hjá tingbólki Fólkafloksins.

Sostatt er eingin kvinna nú í landsstýrinum – fyri fyrstu ferð í 18 ár.