Hagtøl, karakterur og besti leikari í NSÍ fyrsta triðingin av Effodeildini.
NSÍ liggur á 5. plássi eftir fyrsta triðingin í Effodeildini. Liðið hevur 15 stig, men bert trý stig eru upp til fremsta plássið.
Toppskjútti:
1. Klæmint A. Olsen 9 mál
2. Árni Frederiksberg 4 mál
3. Petur Knudsen 3 mál
Flest upplegg
1. Árni Frederiksberg 8 upplegg
2. Klæmint A. Olsen 4 upplegg
3. Pól Jóhannus Justinussen 3 upplegg
Deyðbóltar fyri: 11 (50 % av málunum)
Deyðbóltar ímóti: 7
Størst prosent part av málunum mált í málum og uppleggum:
59 %: Klæmint A. Olsen (antin skorað ella lagt upp til 59 % av málunum hjá NSÍ)
55 %: Árni Frederiksberg
Besti leikari: Klæmint A. Olsen
Tað stendur millum Klæmint A. Olsen og Árna Frederiksberg um, hvør er besti leikari hjá NSÍ. Hetta eru kanska teir báðir bestu álopskendu leikararnir í allari kappingini. Klæmint hevur skorað ella lagt upp til 59 % av øllum málunum hjá NSÍ, og tað sigur ikki so lítið um leiklutin hjá toppskjúttanum í Effodeildini seinastu árini.
Karakter til NSÍ: 5
9 umfør leikt og NSÍ hevur vunnið 5 og tapt 4 dystir. Tað gevur 15 stig og fær liðið ikki meir enn 15 stig hvønn triðing, so verður talan í stigum um greiða afturgongd í mun til í fjør, tá liðið endaði á 2. plássi við 54 stigum. Hjá NSÍ eru tekin um somu trupulleikarnar sum seinastu árini. Liðið tapir nærum hvørjaferð móti Víkingi og B36 og í ár eisini móti HB. Tískil er tað bara móti KÍ av topp 5 liðunum, at NSÍ vann og tann sigurin var hinvegin rættuliga sannførandi vunnin. NSÍ kann tó fegnast um, at liðið framvegis er væl við í FM stríðnum og at skaðarnir helst hava verið fleiri enn teir vera seinni. Eins og undanfarnu ár, so hevur NSÍ skorað flest mál í deildini.
Karakterirnir vera givnir soleiðis:
10: Heimsklassa avrik
9: Framúrskarandi avrik
8: Gott avrik
7: Yvir miðal avrik
6: Miðal avrik
5: Undir miðal avrik
4: Toluligt avrik
3: Vánaligt avrik
2: Sera vánaligt avrik
1: Pínligt avrik




