Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sonja er í starvsvenjing hjá Verkstaðinum á Brekku

Elsa Steinberg

Í døgunum Mánadagin 4 september til fríggjadagin 15 september eru næmingarnir í 10 flokki á skúlanum á Ziskatrøð í starvsvenjing.

Í døgunum Mánadagin 4 september til fríggjadagin 15 september eru næmingarnir í 10 á skúlanum á Ziskatrøð í starvsvenjing.

Eg eri á Norðlýsinum í starvsvenjing. Har havi eg ímillum annað lagt greinar út á netið, verið og tikið myndir, gjørt ymiskt til blaðið og skrivað greinar.

Sjálv haldi eg at starvsvenjing er sera týdningar mikið. Starvsvenjingin er einaferð um árið í 9 og 10 flokki. Har hevur ein møguleikan fyri at vita nærri um hvat ein vil og til at búna seg innanfyri arbeið.

Eg havi verið og vitja nøkur onnur praktikkpláss og spurt tey hvat tey gera har í sínum starvsplássi.

Eg havi tosað við tríggjar næmingar sum eru í starvsvenjing. Ingrid Johannesen, Sámal Michael Johannesen og Sonja Sólheyg Michaelsen.

Her greiðir Sonja frá sínari starvsvenjing:

Eg valdi verkstaði á Brekku tí tað ljóðaði sera áhugavert og spennandi.

Vit gera alt møguligt spennandi, og nú tað stundar til jólar, gera vit á Verkstaðinum klárt til jóla søluna, sum verður tann 16 november. Vit mála, seyma, binda og mangt annað, sum verður til jóla príði.

Spurningur: Er tað mennandi at vera í starvsvenjing? Er praktikk tíðin ov lang ella ov stutt?

Ja tað er mennandi at vera í starvsvenjing, tí tú lærur frá har sum tú ert, og sær hvussu og hvat tey gera.

Eg haldi at tíðin er akkurát passalig. Tí tú fært nógv at vita um starvsplássið og sleppur at hjálpa teimum sum eru har.